Oddagrein· Samanlegging í óðum verkum?

Tað er einki óvanligt í at leggja almennar stovnar saman. Einki er givið innan almennu fyrisitingina og tí skal eingin stovnur rokna við, at ein ávísur bygnaður er givin fyri alla tíð. Hetta varð væl og virðiliga prógvað við teimum fyrisitingarligu broytingum, sum komu við Finn Norman Christensen, sum í einum handabragdi vendi upp og niður á nógvum innan almenna fyrisiting í Føroyum.

FNC broytingarnar, sum henda tilgongd ofta verður nevnd, skapti so at siga eina heila nýggja stætt av aðalstjórum, deildarstjórum og fulltrúum, og nýggi bygnaðurin gjørdist ein heilt nýggjur pallur fyri starvsmøguleikar hjá einum nýggjum ættarliði av vælútbúgvnum fólki. Bygnaðarbroytingarnar skuldu gera umsitingina smidligari, tryggari og ódýrari, samstundis sum hesar broytingar skuldu økja um rættartrygdina í samfelagnum. Okkara fólkavaldu politikkarar skuldu fáa fakliga haldbetri ráðgeving. Hvørt hetta endamál veruliga er rokkið, er torført at meta um. Onkur heldur úrslitið vera sera gott - onkur annar heldur endaliga úrslitið vera minni gott. Tað einasta vissa er, at almenna fyrisitingin er vorðin ein sera tungur yvirbygningur á einum samfelagi, ið framvegis hevur alt ov fá og alt ov veik bein at standa á.

 

Eitt endamálið við bygnaðarbroytingunum var sostatt, at politiskar avgerðir eiga at verða tiknar á fakliga haldgóðum, sakligum og alment gagnligum støði. Fyri politiskum avgerðum eiga at liggja ítøkiligar útgreiningar, metingar, framskrivingar, metingar av fylgjum, kostnaði, faklig tilmæli v.m. FNC broytingarnar skuldu sostatt alt annað líka tryggja borgarum og vinnulívi eina sakliga og politiskt neutrala fyrisiting, eitt smidligt og trygt hjálpartól hjá demokratiskt valdum politikkarum. FNC skipanin skuldi sostatt styrkt um demokratiið og givið okkum øllum betri tænastur og økta rættartrygd við tað, at dagliga ráðgevingin til politikkararnar var fakliga sterk, politisk neutral og púra óheft av øllum seráhugamálum.

 

Mannagongdir við samanleggingum hava verið ymiskar. Við hvørt hevur verið víst til frágreiðingar, útgreiningar og faklig tilmæli. Í øðrum førum er einki tilfar til taks, ið kann undirbyggja avgerð um samanlegging. Tá so er verður sagt, at avgerðin er politisk! Hetta er júst grundgevingin hjá uttanríkisráðharranum fyri at leggja Samvit saman við URR. Er hetta nóg góð grundgeving? Er hetta at sita fyri málsøki á fullgóðan hátt? Er ikki heldur her talan um stovnsimperialismu? Tað er í hvussu so er ikki gott fyrisitingarligt latín at blanda saman tann operationella partin við tað politiska feltið. Gera vit tað, enda vit aftur í gomlu óvanunum, at allar avgerðir, starvsetanir o.a. verða politiskar, og tað er valla gott fyri fólkaræðið og virðingina fyri politikkarum. Vit bíða framvegis eftir eini frágreiðing um hesa margháttligu samanlegging – og vit bíða eftir løgmann.

Sosialurin