Hetta er ein stórhending fyri so mong. Fyri Atlantic Airways, sum byrjar uppá eina spildurnýggja rutu, fyri føroyingar, sum sleppa beinleiðis til London umvegis Hetland, fyri føroyingar sum vilja vitja Hetland, fyri hetlendingar, sum skulu til arbeiðis í London ella í feriu, fyri hetlendingar, sum vilja koma til Føroya og ikki minst fyri tey mongu í London og har um leiðir, um tú vil, inni á meginlandinum eisini, sum ynskja at uppliva smáu oyggjasamfeløgini fyri norðan, Hetland og Føroyar.
Sostatt er ikki bara talan um eina einstaka hending, ið bara hevur týdning fyri eitt avmarkað tal av fólki. Hetta er nakað nógv størri og við ómetaliga stórum perskektivum fyri bæði føroyingar, hetlendingar, bretar og europearar annars. Tað ræður um at byggja brýr millum stóra umheimin og so okkum oyggjabúgvar úti í Norðuratlantshavi. Og her er eitt flogfelag sum Atlantic Airways ein heilt náttúrligur brúgvabyggjari.
Nýggja flogrutan er plástur á sárið hjá hetlendingum, nú Norrøna eftir øllum at døma fer at gevast at sigla uppá Hetland, tí Smyril Line metir seg ikki longur kunna forsvara at koyra ein undirskotsrutu víðari. Hvat enn vit halda um ta avgerðina, so eiga vit saman við hetlendingum at fegnast um, at tað nú verður flogsamband oyggjanna ímillum. Her eiga vit eisini at hugsa um langtíðar vinningin, har ein olju- og frálandavinna bankar á dyrnar. Vit skulu tí heldur ikki undirmeta tann týdning, sum henda rutan hjá Atlantsflogi kann fáa fyri vinnuliga samstarvið millum Hetland og Føroyar, her ikki minst við oljuvinnu á Atlantsmótinum í huga. Fyri ikki at tosa um ferðavinnuna í báðum oyggjalondunum. Og so mugu vit ikki gloyma mentanarligan týdningin. Vit ynskja Atlantsflogi, føroyingum øllum og hetlendingum góða eydnu við hesum frálíka tiltaki.
Flúgvingin til Hetlands byrjar nú fríggjadagin 23. juni, og heldur hon fram til 30. oktober. Flogið verður hvønn fríggja- og mánadag, so har eru góðir møguleikar at fara til dømis ein vikuskiftistúr.
Sosialurin