Oddagrein: Listavirðisløn Miðlahúsins latin ólavsøkudag

Aftur í ár verður virðisløn latin til føroysk lista­fólk á tjóðardegnum. Talan er um Listavirðisløn Miðlahúsins, sum fyri fyrstu ferð varð latin í fjør. Tá fór hon til tveir kendar og avhildnar føroyskar tónlistamenn, Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen fyri teirra slóðbrótandi arbeiði til frama fyri tónleikin. Hesaferð verður virðislønin latin listafólki í aðrari listagrein. Hvørji og hvør fær hana verður avdúkað ólavsøkudag klokkan 14 við standmyndina av Nólsoyar Páll í Vágsbotni. Virðislønin verður latin til skapandi og útinnandi listafólk.

 

Miðlahúsið í Vágsbotni er annars eisini karmur um nógv onnur tiltøk ólavsøkudagarnar. Skráin er rættiliga fjølbroytt við tónleiki, films­­­fyri­vísan og framsýningum. Hetta er fimta árið, at Miðlahúsið letur dyrnar upp fyri almenninginum á ólavsøku. Tungvektarin er eingin minni enn okkara nógv virdi og avhildni Óli Petersen, sum fyri 21. ferð hevur framsýning við tekningum sínum í Sosialinum á ólavsøku. Í ár verður so eisini ein heilt nýggj framsýning. Tað eru fotomyndir, sum myndamaðurin hjá Sosialinum, Álvur Haraldsen hevur tikið á Oyggjaleikunum. Í báðum førum er gjørligt at ogna sær tekningar og myndir.

 

Afturvendandi táttur er eisini føroyskir filmir, sum hava vakt stóran áhuga millum ólavsøkugestirnar. Í fjør var Føroyskar Søgur 1 vístar í Miðlahúsinum, og í ár verða Føroyskar Søgur 2 vístar. Talan er um nøkur brot úr DVD, sum kemur út í heyst. Premiera av filmi og fernisering í sambandi við framsýningarnar verður í Miðlahúsinum mánadagin 27. juli klokkan 15.

 

Tónleikurin hevur eisini verið afturvendandi táttur í Miðlahúsinum á ólavsøku, og í ár verða fýra konsertir í Tórsgøtu 1. Hesar eru við Una Arge, Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen, Lív Næs og Niels Midjord og seinast Martin Joensen.

 

Eisini Rás2 er virkið um ólavsøkuna. Umframt at sent verður frá ólavsøkutiltøkum, so verður aftur í ár skipað fyri serligum tiltaki í Rásasúminum í ovastu hædd í Miðlahúsinum. Tað er ólavsøkukvøld klokkan 22, har fólkakæri bólkurin Frændir fara at spæla, og har Kári Cool fer at halda alternativu ólavsøkurøðuna.