Oddagrein· Løgin atburður av fíggjarnevnd

Tað er ein løgin atburður, ið fíggjarnevnd Løgtingsins hevði í málinum um eykajáttan til landssjúkrahúsið. Fíggjarnevndin avgjørdi einmælt at nokta landssjúkrahúsinum 4 milliónir til útgerð og annað í sambandi við nýggja bygningin. Øll samgongan hevur vitað, at fíggjarætlanin fyri útbyggingina av landsjúkrahúsinum fór ikki at halda. Tað er einki løgið, tí talan er um sera stóra og sera kostnaðarmikla útbygging, har tað er at kalla ómøguligt at budgettera neyvt. Tað hevði undir øllum umstøðum verið dýrari fyri skattgjaldaran at útsett hetta til 2005. Tá hetta er sagt, so skal eisini sigast, at landsstýrismenn sjálvsagt eiga at ansa eftir ikki at koma í slíka støðu, hóast slíkar støður undir ávísum umstøðum ikki kunnu umgangast. Tað er júst tað, sum her er hent.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum bað í góðari tíð um eykajáttan, tí hann sá, at ætlanin ikki fór at halda. Við hesum bar hann seg púra beint at og fylgdi galdandi reglum. Men alt kom í drál og pengarnir vóru brúktir, áðrenn umsóknin var avgreidd, sigur fíggjarnevndin. Ein samd nevnd nýtti høvið til at tykta landsstýrismannin og sýtti fyri at játta honum pengarnar. Við hesum hevur fíggjarnevndin sett ikki bara viðkomandi landsstýrismann men alt landsstýrið og alla samgonguna í eina sera torføra støðu. Um einki meira hendir, noyðast løgtingsgrannskoðararnir til ta tíð at fara eftir landsstýrismanninum, sum tá hevur fingið ein álvarsaman trupulleika.

Fíggjarnevndin hevur við hesum skapt samgonguni trupulleikar. Tað eru mong, sum spyrja, hvat hetta er fyri nakað. At andstøðan skapar trupulleikar er mestsum sjálvsagt. Men at samgongulimir í fíggjarnevndini við opnum eygum og tilvitandi skapa trupulleikar er torført at skilja. Her er antin talan um stóran kleyvarskap ella um tilvitandi roynd at skaða sitandi samgongu. Her eru eisini onnur viðurskifti, ið vekja undran. Hvussu virkar hendan samgongan? Hvussu stendur til við samskipan av samgongusamstarvinum, tá slíkt kann henda? Tað tykist, sum her hvørki finst samgongudisiplin, samgonguloyalitetur ella samskipan í samgonguni. Teir, ið hava ovastu ábyrgdina av hesum eru løgmaður og floksformenninir á tingi, sum samskipa politiska arbeiðið. Hetta er onnur fíggjarlóg á rað, har andstøðan setur dagskránna og dregur allar samgongunar fíggjarnevndarlimir upp á tráð. Tí noyðist løgmaður at taka eitt álvarsamt prát við fyrst samgongunar fíggjarnevndarlimir og síðan alla samgonguna. Løgmaður má tryggja sær, at hetta løgna arbeiðslagið hjá samgonguni í fíggjarnevndini heldur uppat. Hann má eisini tryggja sær, at landsstýrismenn, um teimum tørvar eykajáttan, søkja í so góðari tíð, at ein umsókn kann avgreiðast, áðrenn pengarnir eru brúktir.
Sosialurin