70.000 fólk fór vónbrotin av konsert við Oasis í Manchester hóskvøldið - nú fáa tey pengarnar aftur Tað gekk illa við tøknini, tá ið rockbólkurin Oasis hevði konsert í heimbýnum Manchester hóskvøldið. 70.000 fólk vóru til konsertina, sum endaði langt fyri tíð.
Tá var streymurin farin tvær ferðir, og seinnu ferðina vardi streymslitið í ein hálvan tíma. Tá gav Oasis skarvin yvir, og fólk vórðu send vónbrotin heim.
Bólkurin hevur nú boðað frá, at øll, sum vóru á konsertini, kunnu fáa atgongumerkini endurgoldin. Fólk høvdu goldið slakar 400 krónur fyri atgongumerkini










