Nyttuleysur Torres í Chelsea ósigri

Tað er nógv fokus á Fernando Torres, sum mánakvøld gjørdist dýrasti fótbóltsleikarin í bretsku søguni, tá hann skifti úr Liverpool til Chelsea fyri 440 milliónir krónur. Í dag spældi spanski framherjin fyri fyrstu ferð í bláu Chelsea troyggju og tað var sjálvandi móti Liverpool.

 

Fernando Torres gjørdi lítið um seg og tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, var fyrrverandi Liverpool leikarin skiftur út við støðuni 0-0. Tríggjar minuttir seinni legði Raul Meireles Liverpool á odda eftir innlegg frá Steven Gerrard úr høgru. Eitt innlegg, sum verjan hjá Chelsea og málverjin skuldi havt ruddað vekk.

 

Fyrri hálvleikur var annars javnur og tað var bara tann eini møguleikin, tá Maxi Rodríguez rakti tvørstongina púra leysur frammanfyri málinum. Eftir Liverpool málið tók Chelsea yvir og trýsti fyri at fáa útjavnandi málið.

 

Chelsea liggur framvegis á fjórða plássi við 44 stigum, tíggju færri enn Manchester United á fyrsta plássi. Liverpool hevur nú leita sær upp á sætta pláss við 38 stigum.

 

Premier League:

 

Chelsea ? Liverpool 0-1

0-1 Raul Meireles, 69

 

West Ham ? Birmingham 0-1

0-1 Nikola Zigic, 65