Bólkurin Necrolepsia gav sítt fyrsta staklag út fyri tveimum vikum síðani, og tað var ein tulking av einari William Heinesen yrking.
Hesa ferð er tað enn einaferð ein yrking eftir William Heinesen.
Tað kallast "Atterglans".
– Hetta lagið hevur meira futt í so at siga, sigur John Åge Frost, sangari í Necrolepsia.
Um lagið skrivar TUTL:
– Atterglans er seinna staklagið av MØRKE MAKTER, sum verður fyrsta heildarútgávan hjá black’n’roll bólkinum NECROLEPSIA. Áhugavert um hetta lagið er, at tað mesta av tónleikinum er skrivað av trummara Sigurd Justinussen, og tað er ein av teimum skjótaru og harðaru løgunum á útgávuni. Teksturin er enn einaferð ein umsett yrking frá skaldi og listamanni William Heinesen. Heitið sipar til ”frysta ljósið úr himni” sum speglast tvørturum áir og klettar í einum myrkum og órandi landslagi.
Limir í bólkinum Necrolepsia eru: John Åge Frost á vokal og gittar, Sigurd Justinussen spælir trummur, og Finnur Nielsen spælir bass. Harald í Kálvalíð hevur framleitt.
Hoyr nýggja lagið her:
##med2##
LES EISINI: Nýtt føroyskt black'n'roll: Necrolepsia tulkar William Heinesen