Nýggjar reglur skulu verja ungfiskin

Fiskimálaráðið hevur í morgun sett nýtt tiltøk í verk, ið skulu verja svartkjaftastovnin.


Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið hevur sett nýggjar reglur í gildi, ið skulu forða fyri, at ov nógv verður veitt av smáum svartkjafti í føroyskum sjógvi.


Millum annað hevur landsstýrismaðurin ásett eitt hámark fyri, hvussu nógvur ungfiskur er loyvdur í fiskiskapinum eftir svartkjafti.


Harumframt verða skiparar álagdir at boða Vørn frá, um meira enn helmingurin í hvørjum háli er svartkjaftur minni enn 23 cm. Um tað er støðan, so veita nýggju reglurnar Vørn heimildini at lýsa bráðfeingis veiðibann á leiðini, har ov nógvur ungfiskur verður veiddur.


Nýggju reglurnar eru settar í gildi í kjalarvørrinum av, at skip á svartkjaftaveiðu í føroysku sjóøki, hava fingið meira ungfisk enn vanligt.