Gospel í heimsflokki
Linda Andrews og hennar ómetaliga væl spælandi bólkur vísti á Summarfestivalinum hvussu Gospel skal spælast, úr enda í annan var framførslan topp professionell
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Ummæli
Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews - Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at lata vera við at varnast Lindu, ið legði dent á, at Føroyar er hennara heim, ið hon er errin av, ikki minst, tá hon vísti Føroyar fram fyri sínum útlensku tónleikavinum.
Eg smeltaði
Við sær hevði Linda fýra føroyskar kórsangarar, ein føroyskan James á trummum og tríggjar fantastiskar útlendingar á gittara, bassi og keyboard. Bólkurin var so ótrúliga vælspælandi, at tónleikurin kýndi oyrunum. Soloir vóru leveraðar hegnisliga og við stórum kreativiteti. Bæði Linda og kórið sungu sum dreymar, og ljóðmaðurin gjørdi sítt til fulnar. Sjálvt ein svorðin R’n’B hatari sum eg smeltaði og bleiv rørdur av tónleikinum. Hetta kanska serliga tí Linda er ein gospel diva, ið ikki dettir í út-tambaðu R’n’B grøvina í øllum førum ikki so ofta og ikki long pettu í senn. Løgini vóru eisini øgiliga væl arrangeraði, soleiðis, at tað var áhugavert at lurta at, vøkur kór og góð balansa millum instrumentini.
Løgini vóru í stóran mun av fløguni Relevation, ið Linda gav út her fyri. Gospel løg, ið høvdu týdning fyri hana tá hon var yngri. Eisini sluppu vit at hoyra, “Nú eg ásjón tína søki” av fløguni “Vit kunngera Jesus”, ið man vera mest kenda hjá Lindu í Føroyum
Star quality
Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleiðari. Men tað er eitt stórt lop at skula vera oddakvinna í einum bólki, og her vóru ávísir veikleikar at síggja. Serliga tá tað snúði seg um útstráling og kropsmál. Hennara armasvingan og peikifingrar tyktust dekan ov ónátúrlig. Har var ikki tað kropsliga gruvið, ið ofta eyðkennir gospel sangarar. Eisini vóru hennara lítlu røður millum løgini margháttligar - pedagogiskar á ein løgnan hátt. Tú kendi ikki, at hetta var ein oddakvinna við stjørnudusti, sum tosaði við okkum, men kanska heldur ein pedagogur á eini tónleikaterapi workshop, eg veit ikki um hetta er gott ella ringt, men tað kendist løgið.
Sjarmerandi byrjan á Summarfestivalin
Grandma’s Basement áttu, sum ivaleyst yngsti bólkur á Summarfestivalinum, heiðurin at lata festivalin upp. Hetta gjørdu teir eitt sindur trilvandi og øgiliga sjarmerandi.
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Flagsteltið var rættiliga tómt, tá bólkurin væl og virðiliga merktur av nervum fór á pallin. Bert ein tunn rond av heilt ungum áskoðarum stóð fremst við pallin, men alt fleiri fólk komu inn at lurta, sum framførslan leið.
Leitandi úttrykk
Tónlistarliga var bolkurnin sera leitandi, og ringt er at koyra teir í nakran ávísan genru pott. Teir løgdu fyri við lagnum “Dansurin”, ið fyrst og fremst sermerkti seg við at vera langt. Her spældu ikki færri enn tríggi gittarleikarar, uttan at hædd tyktist at vera fyri hesum í skipanini av løgunum, tað gjørdi ljóðmyndina óruddiliga, og í stóra tóma teltinum rungaði óljóðið.
Hóast tankarnir vóru leiddir til punkrokk tað fyrstu løtuna, so gjørdist skjótt greitt, at tað einasta punkutta við bólkinum var tey óruddiligu arrangementini, tað til tíðir nakað óskipaða spæli og so seinasta lagið, sum bólkurin spældi Smells Like Teen Spirit hjá Nirvana.
Nýtt Dynamit
Bólkurin hevur seinastu tíðina verið nakað at hoyrt á Rás 2 við lagnum “Bangna beistið” Hetta lag var uttan iva tað lagið, ið riggaði best hjá unga klaksvíksbólkinum. Lagið flytur eins og eitt annað lag hjá teimum “Getse” tankarnar til ein annan og eldri Klaksvíksbólk, Dynamit og í “Getse” í ein ávísan mun eisini til P.S. Men onnur løg vóru heilt øðrvísi, sum larmirokk lagið “Wake Me Up”, Aria kenda lagið “Minnini” umframt lánilagið “Good enough” hjá Jens Marna og ”Time After Time” sum millum onnur Cindy Lauper syngur. Stutt sagt ein stórt bland av nógvum ymiskum. Lániløgini vórðu spæld í nærum upprunaligum hami, og skilagott hevði verið, um bólkurin gav løgunum eitt sindur av teirra egna dámi. Men at døma eftir stóra fjølbroytninum, hevur bólkurin á ongan hátt sín egna dám enn.
Sterkur oddamaður
Bólkurin hevur í sangaranum ein sera sterkan oddamann, hóast røddin enn er nakað merkt av at vera óroynd, so eru gávirnar eyðsýndar. Hann hevur sterka útstráling, sang við stórari innliving. Røddin hevði áhugaverdan klang, og eina nátúrliga kraftiga styrki. Við tiðini kunnu hann og bólkurin gerast sera spennandi.
Basement er ein nýggjur bólkur, og framførslan var merkt av hesum. Rútmu parturin virkaði dekan ov primitivur og fleiri av limunum sóu beinleiðis fjálturstungnir út. Bert sangarin og tann eini gittarleikarin livdu á pallinum. Tað var ikki fyrr enn síðst á konsertini, at restin av bólkinum fór at flyta seg.
Fesk smakksroynd
Summarfestivalurin helt í ár fast í einum sera góðum siði, at lata eitt óroynt nýtt navn lata festivalin upp. Eftir, at Prix Føroyar fór í søguna, er tað vorðið heilt forkunnugt at hoyra óroynd tónleikanøvn á stórum pallum. Tey mongu sum ikki ganga á konsertir í Virkishúsinum og Margarinfabrikkini ella Losjuni við Gøtugjógv hoyra nærum ongantíð nýggj og óroynd nøvn. Tað er tí vert at taka hattin av fyri Summarfestivalinum, sum í fjør lat “25 oyra” lata festivalin upp, og í ár valdi at leggja fyrsta pallin til Grandma’s Basement. Ein fín og hóskandi byrjan, ið gevur hesum bólkum góðar og neyðugar royndir.
Ov høgar vónir til Húskallar
Húskallar livdu ikki upp til vónirnar, ið ivaleyst vóru settar eitt sindur for høgt. Kult bólkurin megnaði ikki at vera áhugaverdur longur enn stuttar løtur í senn.
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Sum ummælari sleppur tú onkuntíð at ummæla okkurt, ið tú veruliga gleðir teg til. Hetta kann vera torført, tí, um tú hevur serligan forkærleika fyri onkrum, kann vera trupult at lurta og hyggja við einum opnum sinni. Tá eg stóð á Vágsbøi í sirmi, og sá Húskallar koma á pallin var eg veruliga spentur. Hetta fór uttan iva at vera ein heilt serlig konsert, og møguliga eisini tann einasta eg nakrantíð fór at uppliva við hesum Føroya størsta kult bólki.
Ein garrvillur gekkur
Meðan ljóðið av eini stórslignari intro, ið millum annað blandaði ymisk løg av bandinum hjá Húskallum í eina ljóðkolagu, buldraði í hátalarunum, komu húskallarnir inn. Teir vóru ílætnir myrka morreyðar troyggir, keppar og føroyskar húgvur - Hjarta í mær sló skjótari, tá teir byrjaðu at spæla, Knappiliga fór lagið yvir í Gekka sangin og Gekkurin sjálvur garrvillur kom hoppandi inn í sínum knarvkoti, syngjandi eyðkenda eyðkennislagið hjá Gekkinum: bimm-diddi-rimm-dimm-dimm. Hetta var so øgiliga beinrakið, og so øgiliga óvæntað, at eg og øll hini á Vágsbøi góvu okkum yvir og flentu hjartaliga.
Hetta var herligt
Hetta boðaði frá góðum. Tá Jákup Alberg nú kom hoppandi inn á pallin í gummiskón, hálvhosum og føroyskari húgvu við eini banjo í hondini og byrjaði at syngja um Hans Ansgar, kundi eg ikki annað enn rópa av ovfarakæti - Hetta var herligt.
Ein svøk framførsla, ið ivaleyst bert fór at vaksa uppaftur svakari. Men nei, longu tá sangurin um Hans Ansgar var liðugur, var eg farin at troyttast av sanginum hjá Jákup Alberg.
Longdist eftir Kaj
Sum gamal fjeppari eri eg greiður yvir, at Jákup Alberg á ongan hátt kann metast sum ein upplagdur sangari. Hann syngur nasalt og ja, beinleiðis illa. Hetta er ein partur av sjarmuni og riggar onkursvegna á bandinum Hjá Húskallum. Men á konsert á Vágsbøi í sirmi og snýkjandi náttarkulda var sjarman eitt sindur torfør at finna, og tá Jákup Alberg hevði sungið fleiri onnur løg, var eg farin at leingjast illa eftir hinum sangaranum, Kaj. Tá Kaj endiliga kom aftur á pallin, hesaferð uttan gekkaskort og kot, vaks vónin aftur. Kaj, ið vanliga er ein góður sangari, saman við hesum stóra úrvalsbólki av tónlistarligum úrmælingum - Tað kundi næstan bara verða gott. Men ak, aftur skuffaður. Kaj orkaði als ikki at syngja, og tann vanliga so góða røddin var ein skuggi av sær sjálvari. Tað tók fleiri løg, áðrenn Kaj fekk skil á røddina, og upphitaður kundi syngja” Bóndin hungrar” og “Ria” til stóra frægd fyri áskoðararnar. Hesi løg riggaðu væl, men vóru ikki nóg mikið at bjarga heildarupplivingini.
Lokkaðir at luttaka?
Ein søga gongur um upptøkurnar av Húskalla bandinum, at Kaj, Jákup Alberg, Jón og hinir húskallarnir væl vistu, at hetta bandið var nakað heilt serligt, ið lætt kundi gerast nakað, ið teirra vinir í føroyska tónleikalívinum fóru at halda hánt um. Tí lokkaðu teir flesta allar etableraðar tónleikarar at spæl ein part av eini solo á einum lagi. Hetta soleiðis, at teir við síni luttøku, ikki á sama hátt kundu finnast at bandinum.
Eg veit ikki, um tað er sama prinsipp, ið er brúkt tá bólkurin skuldi setast saman til Summarfestivalin, ella um allir teir bestu føroysku tónleikarnr hava staðið í bíðirøð fyri at sleppa við. Men tann 12 manna stóri bólkurin telur nakrar av okkara allar bestu tónleikarum. Tí var tað eitt sindur skuffandi, at bólkurin ikki fekk gjørt eina meira áhugaverda ljóðmynd. Hetta ljóðaði mest sum ein tunað útgáva av Taxi, og tað klæddi ikki Húskalla løgunum, og vokalunum betur enn næstbest.
Einki roks frá Eager To Please
Eager To Please borðreiddi við einum massivum veggi av ljóði, tá bólkurin fylti Flagsteltið við sínum harða rokki.
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Eager To Please áttu heiðurin at taka um endan, eftir at Smokie vóru lidnir at spæla. Nógv fólk fór beina leið til hús, tí farið var um miðnátt, so teltið var minnið enn hálv fult, meðan Eager To Please spældi. Hetta tóktist ikki at merkja bólkin, ið var serstakliga væl upplagdur. Ljóðmyndin var somikið ógvislig, at teltið var fylt á tremur av henni. Fyri einaferð skuld ljóðaði tað væl í hesum ofta so svikaliga telti.
Rokkur uttan hóvasták
Tónleikurin var ein long røð av teirra egnu løgum, ið eru at finna á teirra fyrstu fløgu, ið kom í handlarnar fyrr í summar, umframt okkurt, ið teir ikki hava útgivið enn. Hetta er rokkur uttan so nógv hóvasták, við rót í rokkinum í sjeyti- og áttatiárunum. Rokkur, ið klæðir væl at verða spældur live og væl, og hetta megnaði Eager To Please til fulnar.
Ein frægd at hoyra
Botnurin koyrdi sum ein damptrumla undir gittarum, ið eisini vóru sera væl spældir og væl hjálpt av góðum ljóðarbeiði gav hetta løgunum optimalar umstøður. Tað var ein sonn frægd at hoyra teir tríggjar gittarleikararnar spæla saman, og hvør í sær geva ljóðmyndini nakað eyka. Oyrini vóru forkelaði av tveimum sologittarum, ið dittaðu sær at spæla okkurt, sum best kann lýsast sum ein dupult solo (hesin ummælarin er greiður yvir ansøgnina í hesum hugtakið)
Melodiirnir telja niður
Løgini hava tó nakrar veikleikar, ið forðaðu konsertini, ið veruliga at fáa luft undir veingirnar. Hetta er øgiliga klassiskur lættisoppakendur hard rokkur, sum vit kenna hann frá hópin av bólkum. Hetta setur sjálvandi stór krøv til kompositiónirnar, ið lætt kunnu enda sum vánalig avrit av øðrum løgum. Á melodi síðuni megnar Eager To Please ikki at liva upp til hesi krøv. Melodiirnir eru ikki nóg fangandi til, at tú fellur fyri teimum, men nóg banalir til, at tú troyttast skjótt av teimum,. Hetta er synd fyri ein so væl spælandi bólk, ið antin átti at fingið sær hjálp við lagskrivingini, ella bara dyrka tað at spæla lániløg og geva teimum ein Eager To Please dám.
Sangarin Dagfinn Joensen syngur væl og røddin er heilt góð. Tó uttan at vera nóg serlig, nóg vøkur ella nóg áhugaverd til at klára at geva teimum heldur veiku melodiunum, tað eyka, ið kundi lyft teir eitt sindur. Teir klisje mettaðu tekstirnir standa tí so øgiliga týðiligir í síni væntandi dygd. Tað kundi verið áhugavert at hoyrt bólkin sungið á føroyskum, hetta hevði givið teimum eina áhugaverda dimensión.