Nú skal tað verða lættari hjá fólki at fáa fatur á føroyskum neyta- og seyðakjøti.
Tað ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Tí fer hann nú at broyta matvørulógina við tí endamáli at gera tað lættari at fáa fatur á føroyskum kjøti av neyti ella seyði.
Sum støðan er nú, kann kjøt frá neyti og seyði, sum ikki eru slaktað á góðkendum sláturvirki, bara seljast í durasølu, tað vil siga, beinleiðis frá bónda til fólk. Tað ber eisini til at selja í handlum, men tað er ein undantaksregla, sum fer úr gildi um eitt ár, tann fyrsta januar, so tá verðru tað bannað at selja tað í handlum.
Nú skal tað sostatt strikast úr lógini, at talan er um eitt undantak, sum fer úr gildi tann 1. januar.
Í hesum sambandi skal tað sostatt bera til at selja seyða- og neytakjøt í heilsølum, í matvøruhandlum, uttan at neytini, ella seyðurin, eru slakað á góðkendum sláturvirki.
Tað skal eisini bera til at selja kjøt á torginum niðri í Vágsbotni , og á øðrum torgum.
Men tað verður framvegis bóndin, sum leverar kjøtið, sum hevur ábyrgdina av dygdini, og kjøtið skal altíð merkjast, so at fólk vita, hvaðani tað stavar.
Poul Michelsen sigur, at hann ger hesar broytingarnar, tí sum lógin er nú, er hon ein forðing fyri, at føroyskt kjøt verður skynsamiliga gagnnýtt til matna.
- Føroyska samfelagið er í størri mun vorðið eitt brúkarasamfelag, har borgarin ikki longur hevur møguleika at ogna sær siðbundar føroyskar matvørur frá familju, vinum og kenningum, og tínoyðist stórur partur av føroyingum nú í handlarnar at keypa matvørur til dagligt brúk, ásannar Poul Michelsen.
- Føroyska matarmentanin er stórur partur av føroyska samleikanum, og ansast má eftir, at føroyska lóggávan hevur neyðuga fyriliti fyri hesum.
Landsstýrismaðurin sigur, at tí má føroysk lóggáva hóska til føroysk viðurskifti, og tryggjast má, at føroyska matarmentanin ikki fer fyri skeytið, tí lóggávan leggur seg uppat útlendskum lóggávusiði, ið ikki hóskar til føroysk viðurskifti, heldur enn at gera lóggávu, sum hóskar til føroyska samfelagið.