Tvøroyrar kommuna hevur sett Dan Thomsen í verkætlanarstarv við tí endamáli, at skráseta allar oljutangar í kommununi.
Eigarar av oljutangum skulu lata kommununi hesar upplýsingar um oljutangan, í tann mun teir eru tøkir.
Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna millum annað á síni heimsíðu.
Flestu tangar, av nýggjari dato (frá 2010 og seinni), hava eina tangaváttan, ið er komin saman við nýggja tanganum og har eru punkt 3-9 aloftast lýst. Annars ber til at spyrja veitaran um eina tangaváttan.
Borgararnir kunnu lætta um arbeiðið hjá Dan, við sjálvbodnir at senda teir upplýsingar inn, ið teir eru vitandi um.
Eru spurningar ber til at senda Dan teldupost á dan(at)tvoroyri.fo .
Komandi tíðina verður Dan at síggja í býarmyndini og vónandi taka fólk væl ímóti Dan, nú hann er farin undir týdningarmikla skrásetingararbeiði, skrivar tvk.fo.