Nú skal Óli fiska á vøllinum

Óli Olsen, sum hevur verið nógv til skips, skal nú fiska á Svangaskarði

Óli Olsen hevur gjørt sáttmála við B68 fyri 2016.  Lokali áleyparin hevur verið nógv til skips tey seinnu árini, har hann hevur spælt við B68 millum túrarnar.

 

Nú hevur Óli so avgjørt at vera á landi komandi kappingarár. Tí skal skjóti áleyparin nú fiska frammi í álopinum hjá B68 komandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

30 ára gamli áleyparin hevur spælt 93 dystir fyri B68 í bestu deildini, og skorað 15 mál. B68 flutti í ár upp í bestu deildina.