Nú kemur árbókin um fótbólt

Árbókin »Fótbóltur 2021« tekur samanum eitt spennandi fótbóltsár

Hósdagin kemur árbókin »Fótbóltur 2021« út. Bókin tekur samanum eitt hendingaríkt og spennandi fótbóltsár.

 

Í bókini er drúgv umrøða av Betri deildini hjá monnum, og avrikini hjá feløgunum verða umrødd og greinað – eisini verða profilar og stjørnuskot í teimum 10 feløgunum kosin.

 

Betri deildin hjá kvinnum verður viðgjørd, og skrivað verður um steypakappingarnar hjá momnnum og kvinnum.

 

Í bókini ber eisini til at lesa um øll landsliðini hjá FSF, europeisku luttøkuna hjá feløgunum, samanumtøka er av gongdini hjá fótbóltsútisetum, og myndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum við nøvnum á øllum spælarunum.

 

Bókin, sum er 220 síður til støddar, er á tremur við greinum, myndum, metingum og hagtølum, sum FaroeSoccer hevur latið.

 

Umframt vanligu útgávuna fæst bókini eisini í einari gyltari skreytúgávu, sum heiðrar avrikið hjá KÍ, ið vann bestu deildirnar hjá bæði monnum og kvinnum.

 

Sosialurin gevur bókina út.