Semja er um samgonguskjalið, um málsøkjabýtið og um tal av landsstýrisfólkum, váttar Aksel V. Johannesen. Hann vil tó ikki upplýsa, hvussu nógv landsstýrisfólkini verða. Men talið er annaðhvørt átta ella níggju.
Greitt er, at Javnaðarflokkurin fær løgmann, sum verður Aksel V. Johannesen. Tjóðveldi fær løgtingsformannin. Javnaðarflokkurin fær til samans fýra landsstýrisfólk, Tjóðveldi fær trý landsstýrisfólk, og so er ivamálið, um tað hevur eydnast Framsókn at fáa tvey landsstýrisfólk ella eitt.
Samgonguskjalið verður nú rættlisið. Síðani skulu forfólkini í flokkunum hyggja tað ígjøgnum.
Í morginári verður tíðindafundur, at samgonguskjalið verður undirskrivað og almannakunngjørt. Tað verður fyri løgtingsfundin, sum verður klokkan 10.
Á tingfundinum verður løgmaður valdur og løgtingsformaður valdur, og ikki fyrr enn á samkomu í Tinganesi seinnapartin verða landsstýrisfólkini kunngjørd.