Norwegian bílagt 100 flogfør

Norska flogfelagið Norwegian skrivaði í gjár undir sáttmála um 100 nýggj flogfør og møguliga 50 afturat.

Í januar kunngjørdi felagið, at tað ætlaði at keypa 122 flogfør frá amerikonsku Boeing-verksmiðjuni, men nú hevur felagið valt at keypa flogførini frá teirri evropeisku Airbus-verksmiðjuni ístaðin fyri.

Norwegian er tað næststørsta flogfelagið í Norðurlondum og tað triðstørsta lágprísflogfelagið í Evropa. Felagið hevur 296 rutur til 114 býir í Evropa, Norðurafrika og Miðeystri.