Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at fryst jarðber av bæði merkinum Gestus og Coop ikki mugu seljast ella etast.
Dagrofa A/S afturkallar trý partí av frystum jarðberum av merkinum Gestus, tí ávíst er “Roskildesygevirus” (Norovirus) í einum sýni av berunum.
Talan er um 400g posar, sum eru framleiddir 23. septembur, 11. oktobur og 25. oktobur 2016. Síðsti søludagur hjá vørunum er 23/. septembur, 11. oktobur og 25. oktobur 2018.
Pakkarnir eru merktir við lot nummar: L6266xx, L6284xx og L6298xx (xx vísir til ymiskar bókstavasamansetingar).
EAN strikukotan er 5701410376215
Coop Danmark afturkallar samstundis síni frystu jarðber, at merkinum Dit Valg. Eisini tey eru í 400g pakkum. Berini eru pakkaði 6. oktobur 2016 og haldað sær til 06. apríl 2014. Lotnummarið er L 16280. Eisini hendan vøran er seld í føroyskum handlum.
Um berini ikki hitaviðgerast, áðrenn tey verða etin, soleiðis at virus verður dripið, er vandi fyri “Roskildesyge”. Sjúkutekin eru spýggja, kvalmi og diarre. Sjúkutekin vísa seg vanliga 1-2 døgn eftir at ein er smittaður og vara vanliga í 1-3 døgn.
Tey, ið hava keypt vøruna, verða biðin um at lata hana aftur, har hon er keypt, ella at beina vøruna burtur.










