Nevndin, ið virkar undir Nordisk Ministerråd, er samansett av limum frá teimum norðurlendsku arbeiðseftirlitunum og embætisfólkum frá norðurlendsku arbeiðsmálaráðharrastovnunum.
Tað norðurlendska arbeiðsumhvørvissamstarvið er grundað á ta norðurlendsku arbeiðsumhvørvis-konventiónina, sum kom í gildi 24. mars 1990, og sum eisini Føroyar hava viðurkent.
Endamálið hjá norðurlendska arbeiðsumhvørvisnevndin, sum undirritaði er limur í, er í høvuðs-heitinum at virka fyri, at ásetingarnar í konventiónini verða framdar og at norðurlendsku tiltøkini verða miðsavnaði mest møguligt.
Í arbeiðsskránni er staðfest, at ein av høvuðsuppgávunum hjá norðurlendsku arbeiðs-umhvørvisnevndini er at skapa og halda viðlíka grundarlagi fyri tí virksemi, ið verður framt í Embætismannakomitéini (EK-A), tá nevndin hevur ta formligu ábyrgd av at fyrireika fundirnar hjá Embætismannakomitéini innan sítt fakliga øki.
Høvuðsvirksemi hjá nevndini er annars:
at virka fyri at ásetingarnar í arbeiðsumhvørviskonventiónini verða settar í verk og at dagføra samstarvsskránna »Et bedre arbejdsmiljø i Norden« í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum,
at samskipa ta norðurlendsku luttøkuna í tí altjóða standardiseringsarbeiðinum á arbeiðs-umhvørvisøkinum,
at tryggja framhaldandi kunning og sínámillum metingar um ES-virksemi, serliga í sam-band við ES-direktivini á arbeiðsumhvørvisøkinum, við atliti til samskipan av felags norðurlendskum áhugamálum, framhaldandi at samrøða um virksemi hjá myndugleikumum innan arbeiðsumhvørvisøki og royna at fremja norðurlendskar sundurgreiningar- og samskipanarvirksemi við atliti til at menna arbeiðsumhvørvi enn meira í norðurlondum,
at virka fyri gransking og menning innan arbeiðsumhvørvisøki, serliga viðvíkjandi eftirlits-háttum.
Fundirnir verða hildnir 3-4 ferðir um árið og ganga uppá skift millum tey ymsu londini. Undirritaði luttekur vegna føroyska Arbeiðseftirlitið. ¡ hesum fundum hevur verið greitt frá okkara virksemi innan arbeiðsumhvørvi í Føroyum og teimum broytingum, sum hava verið á stovninum og á lógar-økinum. ¡ hesum fundum verður eisini greitt frá teimum norðurlendsku projektum, ið undirritaði hevur ábyrgdina av.
Undirritaði hevur eisini luttikið á samskipanarfundum í samband við ráðlegging av norðuratlantiskum ráðstevnum um arbeiðsumhvørvi í fiskiídnaðinum, tann seinasta bleiv hildin í Tromsø 1995.
Arbeiðsumhvørvisnevndin stuðlaði hesari ráðstevnu við 250.000 kr. Hetta var tann triðja ráðstevnan av slíkum slag. Tann fyrsta var í Tórshavn í 1987 (stuðul 150.000 kr), tann næsta var hildin í Reykjavík í 1991 (stuðul 125.000 kr.) og so tann triðja Tromsø 1995. Ætlanin er at halda slíkar ráðstevnur triðja ella fjórða hvørt ár, har bæði leiðsla og arbeiðsfólk (trygdarumboð) luttaka saman við norðurlendsku Arbeiðseftirlitunum og granskarum á økinum. Ætlandi verður sostatt næsta ráðstevnan hildin í Danmark á heysti 1999.
Arbeiðsumhvørvisnevndin hevur sum sagt latið stuðul til allar hasar ráðstevnum og sum eitt úrslit av fyrstu ráðstevnuni í Tórshavn, tilnevndi arbeiðsumhvørvisnevndin undirritaða at verða projektleiðara og samskipara av slíkum tiltøkum innan fiskiídnaðin í tí norðuratlantiska økinum.
Norðurlendska umhvørvisnevndin hevur gjøgnum tíðina eisini stuðla øðrum tiltøkum og projektum innan arbeiðsumhvørvi í Føroyum.
Vinarligast
Arbeiðseftirlitið
Eli Davidsen, stjóri