Útisetakórið Mpiri fer í summarhálvuni á konsertferð í Danmark, Týsklandi, Svøríki og Finnlandi. Fyrsta konsertin verður í Rundatorni mitt í Keypmannahavn mikukvøldið 28. apríl kl. 20.
Mpiri er eitt lítið føroyskt kamarkór í Keypmannahavn, ið er samansett av 13 útisetum í býnum. Tað hevur verið til í 6 ár og hevur hesi árini verið sera virkið. Skipaði millum annað fyri stóru Norðuratlantisku Kórstevnuni (www.nakf.dk) í 1999 fyri føroysk, íslendsk og grønlendsk útisetakór í Danmark. Í 2000 tók Sunleif Rasmussen við leiðsluni av kórinum, og Mpiri fór tað árið á konsertferð til Føroya. Árið eftir varð kórið boðið at luttaka á fyrstu Listastevnuni í Norðurlandahúsinum. Og í 2002 stóð ein umfatandi konsertferð á skránni, ið fevndi um londini: Danmark, Føroyar, Ísland og Svøríki.
Eftir at Sunleif Rasmussen í 2002 flutti aftur til Føroya, hevur kórið fingið nýggjan kórleiðara. Tað er danin Gorm Larsen, ið er úbúgvin kór- og orkesturleiðari á Kongaliga Danska Tónleikakonservatoriinum. Hann hevur eisini lært á Royal College of Music í London og lisið Tónleikavísund á Universitetinum í Århus.
Frumframførslur
Eyðkenni kórsins er, at tað serliga leggur seg eftir at syngja nýggjan føroyskan tónleik. Tí hevur kórið hesi árini bílagt og frumframført hópin av nýskrivaðum føroyskum tónleiki eftir millum onnur Kára Bæk, Tróndi Bogasyni og Paula í Sandagerði. Á konsertini í Rundatorni 28/04 verða nýggju verkini: 'Sonurin' eftir Tróndi Bogasyni til tekst hjá Tóroddi Poulsen og '4 element' hjá Kristiani Blak, ið verður sungið uttan orð, framførd á fyrsta sinni.
Temað á konsertferðini er júst gamla uppbýtingin av náttúruni í 4 grundelementini: Vatn, mold, luft og eld. Verkini eru øll bíløgd ella vald út eftir hesum evnunum. Td. syngur kórið 3 verk hjá Vagn Holmboe til náttúruyrkingar hjá Williami Heinesen og 3 hjá Sunleivi Rasmussen, ið eisini byggja á yrkingar, ið snúgva seg um náttúruna og tey fýra elementini. Um-framt nýggja tónleikin eru eisini ensk verk úr renesansuni á skránni.
Lesið meira um kórið á heimasíðuni
www.mpiri.org
Konsertferðin
28/04 kl. 20.00 í Rundatorni (Købmagergade 52A, 1150 København K)
07/05 kl. 18.30 á Norðatlansbryggjuni í sambandi við NAKF (www.nakf.dk)
11. & 12/06 fleiri framførslur í Suðurslesvig (Týsklandi)
September: Konsert í Lund (Svøríki)
Oktober: Konsertir í Porvoo, Turku og Uusikaupunki (Finnland)