Norðurkorea vil tosa við USA

Norðurkorea sigur seg vera til reiðar at hava tingingar á hægsta stigi við USA, so tað skal bera til at minka spenningarnar á koreansku hálvoynni og bøta um trygdina í umráðnum.

Áheitanin um at fáa í lag tingingar, kom bara nakrar dagar eftir, at Norðurkorea brádliga avlýsti ein fund við Suðurkorea í farnu viku.

Norðurkorea vil hava at USA ásetur tíð og stað fyri tingingunum, men at ongar treytir annars verða settar undan fundinum. Fyrr í ár hótti Norðurkorea annars bæði USA og Suðurkorea við kjarnorkuálopum.

Síðani Kim Jong Un (myndin) tók við sum ovasti leiðari í Norðurkorea, hevur verið rættiliga ógreitt, hvørja støðu landið í veruleikanum hevur til at betra viðurskiftini við fyrst og fremst Suðurkorea.