Nógv tryggari enn fyri 25 árum síðani

Brekini á háspennings-linjunum hjá SEV, er minkað 89 prosent hesi seinastu árini

Vit ilskast inn á SEV, hvørja ferð, streymurin ferð.

 

Men hesi seinastu árini, havva vit havt alsamt færri grundir til at ilskast

 

Hesi seinastu árini hevur SEV nevniliga gjørt eitt stórt arbeiðið at at grava linjurnar niður og tað avmarkar streymslitini -hóast tað verri enn so forðar fyri teimum heilt.

 

Hetta var eitt arbeiðið, SEV fór miðvíst undir eftir jólaódnina í 1988.

 

Úrslitið er, at nú er 75 prosent háspenningsnetinum er nú lagt í jørðina.

 

Hetta hevur so eisini ført við sær, at nú eru brekini á háspenningslinjuni munandi færri enn tey vóru síðst í áttatiárunum.

 

Í 1989 vóru 197 brek staðfest á háspenninginum, og hetta talið var minkað niður í  22 brek í 2012 og 23 brek í 2011.

 

- Sostatt er talið av brekum minkað 89 prosent eftir 25 árum, tó at gongdin ikki altíð hevur verið javnt lækkandi, sum stabbamyndin eisini vísir.

 

SEV ger tó vart við, at brekini á háspenninginum eru ikki tað sama sum streymslit, men tey kunnu í einstøkum førum elva til slit.

 

- Tað er kortini eingin ivi um, at kaðalleggingin hevur minkað talið av streymslitum, tí stórur partur av netinum liggur nú niðri í jørðini væl vardur ímóti ódnarveðri, sigur SEV.