Nógv fólk í býnum í nátt - men tað var stak friðarligt

Løgreglan gjørdi nógv burtur úr at vera til staðar, men tey høvdu ikki nógv at gera

Í nátt høvdu skeinkihølini loyvi at hava opið til klokkan 3.45 sum eina vanliga sunnunátt, og løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum.

 

Hóast skeinkistøðini høvdu loyvi at hava opið, høvdu tey kortini ikki loyvi at hava dans, livandi tónleik, ella annað slíkt undirhald.

 

Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt, og sum heilt var eisini gott skil á allastaðni. Tey gjørdu nógv burtur úr at vera í býnum og ansa eftir, men tey høvdu ikki nógv at gera av nøkrum, sum kundi setast í sambandi við ófrið.  

 

Løgreglan var eisini inni á skeinkistøðum fyri at vita, hvussu skilið var, men har var heldur einki at finnast at.  Løgreglan gjørdi eisini nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Heilt nógvir bilar vórðu steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir.

 

Men tað var ein bilførari, sum var tikin í gjár, ikki. Hann misti tamarhaldið á bilinum og fór út av. Bilurin endaði á takinum og fekk nakað av skaða, men bilførarin slapp snikkaleysur.

 

Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka - og tað er hann nú skuldsettur fyri.

 

Í kvøld verður einki náttarlív, tí eftir halgidagslógini skulu skeinkistøð lata aftur klokkan 23.45 í kvøld.

 

Tað, sum eitur »offentlige forlystelser«, er heldur ikki loyvt í dag. »Offentlige forlystelser«er dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, striptease og annað, sum krevur loyvi frá politinum og har atgongugjald verður kravt.

 

Sum heild er loyvt at hava tónleik úr hátalara men tað skal ikki vera so hart frá, at tað órógvar almenna friðin. Og í allan dag má eingin larmur vera, sum kann órógva almenna friðin.