Í 2005 vóru tað næstan 7600 børn, sum gingu í fólkaskúlunum kring landið. Men tíggju ár seinni, í 2015, var talið minkað niður í 7.200 børn – hóast fólkatalið annars er vaksið.
Hetta vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Seriliga síðani 2015 er fólkatalið í Føroyum vaksið við risafetum, men uppgerðin vísir eisini, at hesi árni er barnatalið bara vaksið 100 børn.
##med2##
Hagstovan sigur, at frá fyrsta juli í 2005 til fyrsta juli í 2015, vaks fólkatalið í Føroyum 540 fólk, men kortini minkaði barnatalið í fólkaskúlanum í sama tíðarskeiðið 361 børnum. Hagstovan sigur, at nógv tann størsta minkingin var í framhaldsskúlunum, tí har minkaði barnatalið 415 børn, men í teimum yngru flokkunum frá 1. - 7. flokk, minkaði talið 73 børnum og sostatt minkaði barnatalið í fólkaskúlanum sostatt 488 børnum tilsamans. Men tað vigar upp ímóti tí, at barnatalið í forskúlunum vaks 177 børn.
Serliga sjónsk verður gongdin hesi seinastu árini síðani fyrsta juli í 2015 til fyrsta juli í ár, tí hesa tíðina er fólkatalið í Føroyum vaksið heili 4.500 fólk - men kortini vaks barnaatalið í fólkaskúlanum bara 100 børn. Allur vøksturin stendst av, at barnatalið í serflokkum og forskúlaflokkum vaks 270 børn, men í barnaskúlanum frá 1. - 7. flokk, minkaði barnatalið 128 børn og í framhaldsskúlanum minkaði tað 41 børn.