TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Theis Horn Rasmussen hjá Neistanum aftaná 24-24 javnleikin hjá Neistanum ímóti VÍF norðuri í Vestmanna.
Mett í mun til, at Neistin eitt skiftið var á odda við fimm málum í seinna hálvleiki var Theis vónbrotin um ikki at fáa bæði stigini: - Vit vita, at teir hava Heina og Sámal í miðverjuni, og teir ein eigur at spæla rundanum. Teir eru veikari úti í síðunum, og tann partin loysa vit til UG, men so skifta teir til eina 4-2 verju, og orkan hjá okkum gongur undan, staðfestir Theis Horn Rasmussen.









