Næstan ongar kvinnur arbeiða í ídnaðinum

- Tað, kvinnurnar hava tjent í tænastuvinnuni, er bara ein lítil partur av tí, menninir tjena

 

Tað eru stórur munur á, hvar menn og kvinnur arbeiða. Tað sæst í eini uppgerð hjá Hagstovuni yvir ymisk lønarviðurskifti hjá føroyingum.

 

Higartil í ár eru 6.534 milliónir krónur goldnar í lønum tilsamans.

 

Tað eru 348 milliónir fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Framgongdin er sostatt 5,6 prosent.

 

Men tað er ikki javnstøða ímillum kynini á hesum øki, tí av øllum lønunum, sum eru goldnar, eru tað menninir, sum fara við bróðurpartinum, tí teir hava fingið 60 prosent av lønunum, samstundis sum at kvinnurnar sostatt hava fingið 40 prosent.

 

- Fyrstu átta mánaðirnar í ár fór mesti parturin av framgongdini til mennirnar, men seinastu tveir mánaðirnar er hetta tó broytt.

 

Seinastu tíðina er inntøkan hjá fiskimonnum nevniliga ikki vaksin, samstundis sum at tað hevur verið ein javnur vøkstur í teimum vinnugreinum, har kvinnur eru í meiriluta.

 

- Hetta merkir, at nú er nakað tættari ímillum kynini, hóast mennirnar  framvegis eiga størsta partin av framgongdini.

 

Higartil í ár hava kvinnurnar fingið 2,5 milliardir í lønum og næstan 90 prosent av teimum eru vunnar í tænastuvinnunum.

 

- Tilsamans hava kvinnurnar fingið 2.223 milliónir í lønum frá tænastuvinnuni, men samstundis hava mannfólkini tjent einar 50 milliónir minni í tænastuvinnunum.

 

Hinvegin hava mannfólk forvunnið góðar milliardir milliardir í lønum tilsamans. Av teimum hava teir forvinnið tvær milliardir í ídnaðarvinnum og hinar báðar milliónirnar hava teir vunnið í tænastuvinnum.

 

- Konufólkini eru næstan ikki til staðar í ídnaðinum, har tær bara hava forvunnið smáar 300 milliónir, sigur Hagstovan. Sostatt forvinna kvinnurnar bara 15 prosent av tí, mennirnir vinna í ídnaðinum.