Næstan annar hvør kannaður er smittaður

Í gjár vóru 677 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð. 1.530 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.972 smittað við korona, seks eru innløgd við korona, harav fýra eru innløgd vegna korona, og 20 eru deyð við korona í Føroyum.

 

Smittutrýstið var í gjár 44,25 prosent, og miðaltalið fyri smittað seinastu sjey dagarnar er nú 696.