Nú verður munandi lættari hjá bensinstøðum at finna bilførarar, sum fylla sær tangan, men sum gloyma at gjalda. Tað er eitt endamál við einum uppskoti, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Og tað fegnast tey í Handilsvinnufelagnum um. Tey siga, at tað hendir seg næstan dagliga, at bilførarar fylla sær tangan, men ikki rinda fyri tað. Sum støðan er nú, mugu bensinsølurnar, í hvørjum einstøkum føri, senda Akstovuni teldubræv við fyrispurningi um bilin so at tey kunnu finna fram til eigaran.
Tey halda, at hetta er ein tvørlig mannagongd, tí tað tekur fleiri dagar. Hesi seinastu árini hevur tað sostatt verið eitt afturvendandi ynski hjá teimum at gáa eina smidligari mannagond.
Tey siga, at í fjør fekk Akstovan fyrisorningr um einar 1000 bilar, har eigarin hevur fylt á tangan, men hevur gloymt at gjalda. Og higartil í ár hava tey fingið fyrispurningar um einar 700-800 bilar í hesum sambandi.
Men nú er ætlanin, at bensinstøðirnar skulu fáa beinleiðis atgongd til talgildu akfarsskránna hjá Akstovuni, so er tað ein bilførari, sum gloymir at rinda, er bara at tøppa nummarplátuna inn á telduna, so sæst, hvør eigur bilin.
– Handilsvinnufelagið fegnast tí um, at politiska skipanin hevur tikið grundgevingarnar hjá Handilsvinnufelagnum til eftirtektar, og at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum gevur bensinstøðum talgilda atgongd til akfarsskránna, siga tey.