Nýtt yrkingasavn frá Valdemar á Løgmansbø

Valdemar á Løgmansbø hevur júst givið út nýggja yrkingasavnið “Spegilsmyndir”



Valdemar á Løgmansbø, ið kanska er mest kendur sum tónleikari, gav í vikuni út yrkingasavnið, “Spegilsmyndir”


Savnið er býtt upp í tríggjar partar við heitunum, Innansjónir, Líkindi og Sindr. Yrkingarnar eru heimspekiligar hugmyndir, ið verða lýstar bæði speiskliga, skemtiliga, hugvekjandi og romantiskt.


“Spegilsmyndir” er annað yrkingasavnið hjá Valdemar á Løgmansbø. Fyrra savnið, “Bátsbeinabjølgur brunnin”, kom út í 2000.


“Spegilsmyndir” er givið út á egnum forlagi og er 64 bls.