Nýtt B36-búmerki

Bóltfelagið B36 í Havn hevur nú gjørt av, at gamla búmerkið skal skiftast út við eina nýggjari útgávu.
Nakra kollvelting verður talan tó ikki um. Nýggja búmerki er í stóran mun bygt á útsjóndina á tí gamla, men altjóða frámerkið, sum B36 nýtir til UEFA-Cup dystir ? B36 FC Tórshavn ? framgongur nú á búmerkinum. Og verður hugt at, hvørjir sniðgevarnir hava verið, so er hetta kanska heldur ikki so løgið.
Tað er Hannis Egholm, sum hevur teknað nýggja búmerkið, og tað var pápi hansara, Hans Jacob Egholm, sum á sinni stóð fyri gamla búmerkinum.