Nú tekur tann seinasta kommunan við Skálafjørðin eisini táttin upp

Børnini og tey ungu á øllum Skálafjørðinum skulu sleppa til frítíðarítriv hjá hvørjum øðrum, tí kommunumarkið skal ikki vera forðingin

Eisini børnini og tey ungu á Strondum fara nú at sleppa ókeypis at ganga til ymisk frítíðarítriv.

Nú kommunustýrið á Strondum hevur viðgjørt fíggjarætlanina, eru 450.000 krónar settar av til at geva børnum og ungum ímillum 6 og 18 ár, eitt frítíðarkort til frítíðarítriv.

Samstundis fer kommunustýrið at seta 2.000 krónur inn á hvørt kortið um árið.

Kommunan sigur í einum tíðindaskrivi, at frítíðarkortið skal brúkast til ítrótt, mentanartilboð og onnur frítíðartilboð, og endamálið er at stuðla undir, at fleiri børn og ung fara taka lut í teimum ymisku tilboðunum. Og samstundis fáa barnafamiljur ein fíggjarligan lætta.

Tey siga, at nú skulu so avtalur gerast við frítíðarfelg um at tryggja dygdina í tilboðnum, sum tikið verður til. 

Sjóvar kommuna hevur eisini samskifti við grannakommununurnar, Nes kommunu og Runavíkar kommunu, sum eisini hava samtykt at seta hesa skipan í verk.

Og í næstum fara kommunurnar við Skálafjørðin at tosa saman um, hvussu vit skulu skipa tilboðið, so at børnini og tey ungu, kunna nýta tilboð hjá hvørjum øðrum.

Ætlanin er ikki, at kommunumarkini skulu vera ein forðing fyri, hvar frítíðarkortið skal nýtast, siga tey á Strondum.