Nú skulu vit hava at vita hvat ið ein føroyingur er

Formenninir í teimum politisku flokkunum fara nú at viðgerða, hvussu tjóðskaparligu støðan hjá føroyingum skal staðfestast í nýggju grundlógini

Grundlógin


 
Nú skulu vit hava at vita, hvat ið ein føroyingur er.
Hetta er nevniliga ikki so einfalt, sum tað ljóðar.
Ein nevnd undir Løgtinginum hevur nú í fleiri ár arbeitt við spurninginum um at orða eina nýggja, føroyska grundlóg.
Í eini nýggjari grundlóg skal tað eisini staðfestast, hvat ein føroyingur er.
Og júst hesin spurningurin kann vísa seg at verða ein trupul knútur at loysa.
Hann kann enntá vísa seg at gerast so trupul, at hann rætt og slætt fer at beina fyri grundlógarnevndindini.
Javnaðarflokkurin hevur kravt at fáa spurningin um tjóðskaparliga støðu føroyinga í nýggju grundlógini avgreiddan sum skjótast.
Fæst ikki semja um tað, sær flokkurin onga meining í at halda fram í arbeiðnum í  grundlógarnevndini.
Somuleiðis umhugsar sambandsflokkurin sína støðu í nevndini  
Hvussu tað so endar við grundlógarnevndini, fáa vit at vita um ikki so langa tíð.
Nú er avgjørt, at formenninir fyri teir politisku flokkarnar skulu seta seg saman at viðgera tjóðskaparliga spurningin.
Tað arbeiðið fara teir undir beinanvegin.
 
Onki vert
Summir politikarar haldam at tað hevur avgerðandi týdning at finna semju um tjóðskaparliga spurningin.
Tá ið spurningurin varð umrøddur á Løgtingið herfyri, segði løgmaður, at tað hevur stóran týdning at finna eina stóra semju um hetta.
Í tí sambandi helt Annfinn Kallsberg at fáat tey mest víðgongdu sjónarmiðini at mýgkjast, hevði tað hevði verið eitt langt stig á vegnum.
- Ein stór semja krevur, at flokkarnir hava virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum.
Hinvegin helt løgmaður, at fáa vit ikki eina stóra semju um tjóðskaparliga spurningin, er tað eisini ivingarsamt um vit fáa eitt úrslit yvirhøvur.
- Eg haldi, at í einum so týdningarmiklum arbeiði sum hesum,  er tað týdningarmikið at finna eina stóra semju, annars er tað onki vert, segði Løgmaður.
 
Gleðir seg at staðfesta
Høgni Hoydal sigur, at vit eiga at gera alt, fyri at finna eina stóra semju.
Hann sigur eisini samgongan hevur gjørt tað, hon kann fyri at fáa eina stóra semju, tí eru allir flokkar við í arbeiðnum.
-Var ætlanin at gera ein grundlóg, uttan at at geva henni tað viðgerð, hon hevur fingið, hevði ongin orsøk verið til at fingið allar flokkar við í arbeiðið.
Men hann sigur, at miseydnast tað at finna eina stóra semju, er arbeiðið í grundlógarnevndini á ongan hátt.
- Tað arbeiðið, sum er gjørt, hevur ómetaligan stóran týdning, tí vit hava viðgjørt ein hóp av málum, sum hava við viðurskiftini hjá føroyingum at gera, bæði mannarættindini, rættindini til at troyta  tilfeingið, vit hava, hvussu Løgtingið og landsstýrið skulu skipast, hvussu landið skal stýrast fíggjarliga, umframt nógvar aðrar spurningar.
Hvussu tjóðskaparligi parturin í grundlógararbeiðnum skal orðast, vil Høgni Hoydal ikki gera viðmerkingar til fyri ikki at forða fyri eini loysn
Hann heldur, at grundlógarráðstevnan ruddaði nakrar misskiljingar av vegnum. Men hann ivast í, um talan yvirhøvur er talan um nakra ósemju. Hann heldur eisini, at grundlógarráðstevnan vísti, at tað ber til at fáa eina semju.
- Eru vit ósamd um, hvussu rættindini hjá føroyingum skal vera? Eru vit so ósamd um tað, at vit ikki fáa tað fest niður í eina grundleggjandi lóg?
Høgni Hoydal sigur, at hann gleðir seg til at fáa tann spurningin staðfestan.
- Tað, vit skulu tosa um, er, hvørji rættindi, vit skulu hava sum eitt fólk ella ein tjóð og, hvør støða okkara sum eitt land er. Tað, vit skulu tosa um, er okkara rættindi og okkara rættarstøðu og  tað hevur hann góðar vónir um at flokkarnir kunnu semjast um, hóast teir annars standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum í tjóðskaparliga spurninginum.
Og hann heldur avgjørt, at skuldi tað kortini miseydnast, hevur viðgerðin undir ongum umstøðum verið burturspilt, tí tað er undir øllum umstøðum gagnligt at fáa eitt kjak um evnið ? og so fáa vit undir øllum umstøðum staðfest, akkurát, hvar ósemjurnar eru.