Nú skal hesin rívast niður

Tann nú skjótt 100 ára gamli biografbygningurin Paladsteatret í Keypmannahavn verður nú kanska rivin niður, til frama fyri háhúsabygging. Bygningurin, sum mangur føroyingur hevur vitja, er við í eini ætlan, sum DSB og ein samstarvsfelagi hava gjørt, saman við eigarunum Nordisk Film Biografer, yvir nýggja háhúsabygging.

 

Hetta er tó ikki uttan mótstøðu. Kommunan er ógvuliga kritisk yvir fyri nýggja uppskotinum, og heldur ikki at tað er nóg góð orsøk til at ríva bygningin niður. Tann serstaki bygningurin bleiv í 1989 prýddur av danska listafólkinum Poul Gernes.

 

Hugskotið aftanfyri broytingina er, at man skal kunna fjala undirgrundsbreytina, ið liggur beint við, og hetta heldur kommunan vera eitt gott hugskot. Byggjast skulu fýra torn sum eru ímillum 50 og 100 metur høg, umframt eitt 24 metra høgt húsarað, men sambært kommununi, er hetta ov stórt, og teir vilja heldur hava, at bygningurin bara skal hava tað eina torni.

 

Hóast ætlanin er, at tann gamli biografsalurin skal rívast niður, ætla Nordisk Film Biografer, at tað skal byggjast ein nýggjur biografur í bygninginum. Um hendan verkætlanin verður til nakað má tíðin vísa.

 

Stór fólkslig mótstøða er eisini móti ætlanunum og mangir, bæði danir og føroyingar, harmast um, at væl kendi bygningurin mitt í Keypmannahavn nú skal lúta fyri broytingunum.