Eg eri sera samdur við teimum, sum halda, at ríkisfelagsskapurin er annað og meira enn ein veiting, sum via donsku fíggjarlógina verður latin føroyska samfelagnum sum ískoyti til okkara búskap.
Men vit kunnu heldur ikki latast sum um henda veitingin ? blokkurin ? ikki er ein partur av okkara búskapi og sum vit bara kunnu taka burtur og so halda, at alt er sum fyrr. Tað ber ikki til.
Um vit vilja tað ella ikki so er búskapur grundarlag undir okkara vælferðarsamfelag. Vit kunnu tosa um nógvar aðrar støddir, sum ganga inn í sjálvt hugtakið vælferð, men eg hugsi, at tá ið vit skulu gera hetta upp ella máta tað, so er tað altíð við eini búskaparligari alin.
At búskapur eisini er grundleggjandi fyri onnur, síggja vit út av eini kanning, sum júst er gjørd í Danmark, um hvat ið er mest avgerandi fyri teirra støðutakan til eitt gjaldoyrasamarbeiði. Ovast á listanum yvir grundgevingar fyri støðutakan er búskapur.
Tað hevur ongantíð verið Tjóðveldisflokkinum fyri at tosa um búskap. Teir hava mestsum avsannað at hetta hugtakið er til og hava tískil heldur ongan politik havt á økinum. Har sum teir ráða verður húsast eftir tilvild uttan atlit til grundleggjandi samanhangir í samfelagnum.
Tá ið so aðrir flokkar í byrjanini av fullveldistosinum settu fullveldisprofetunum spurningar um búskap og búskaparligar avleiðingar, so høvdu hesir sjálvandi einki svar. Teir vóru ikki vanir at verða trýstir við spurningum um t.d. vælferðina, sum kravdu eitt sakligt svar. Í byrjanini royndi Høgni Hoydal at sannføra føroyingar um, at fullveldi fekk ein dynamikk inn í vinnulívi, sum gjørdi at hetta kundi halda vælferðarsamfelagnum á sama støði. Hetta er ein ásannan av, at peningur (blokkur?) skal til, men Høgni Hoydal hevur ikki megnað at sannført føroyingar um tann logiska samanhangin millum fullveldi og dynamikk í vinnulívinum og tískil hevur hann helst eisini sjálvur mist trúnna, síðani einki hoyrdist aftur um hetta hugtaki.
Nú eitur tað ræðumyndir, tá ið onkur roynir at greiða onkrar búskaparligar samanhangir fyri honum. Og tað er fyri mær eitt satt tekin um, at nú eru tær skilagóðu frágreiðingarnar frá tí politisku andstøðuni um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark farnar at bera ávøkst. Tjóðveldisflokkurin varð tikin á bóli í búskaparliga orðaskiftinum, sum tók seg upp saman við fullveldistosinum og hann hevur tí ongantíð fótað sær í viðgerðini av teimum búskaparligu avleiðingunum, sum ein loysing hevur við sær.
Og hetta eru føroyingar farnir at leggja til merkis. Nú er ikki longur nokk við innantómum tosi. Tann felags búskaparliga argumentatiónin sum ein fortreyt fyri meira sjálvstýri og sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin støðugt hava ført fram í seinastuni, hevur verið so sannførandi, at veljararnir eru samdir. Ein ásannan av at hava nógv felags sjónarmið og at hava sama hugburð til nógv mál hevur ført hesar báðar flokkar nærri saman go givið teirra orðum so stóra styrki, at veljararnir, um val var í dag, høvdu givið hesum báðum flokkum eins-amøllum ein meiriluta á Føroya Løgtingi. Hetta er eitt heraklapp av teimum stóru.
Og henda undirtøka verður bert at vaksa so leingi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum ikki er førur fyri at geva Útvarpi Føroya aðra frágreiðing enn, at hetta er úrslit av eini búskaparligari ræðumynd frá politisku andstøðuni á Føroya Løgtingi. Nei, Høgni Hoydal, hetta kemur av greiðari talu um nøkur grundleggjandi viðurskiftir í okkara tilveru.
Tað hevur ikki borið samgonguni til at skjalprógva nakað sum helst av tí loysn, teir ætla fyri okkara land á ríkisrættarliga økinum. Tað hevur ikki eydnast teimum at sannføra Føroya fólk um, at loysing er nøkur gongd leið. Bert uml. 25% taka undir við tí, sum samgongan hevur sett sær fyri, um hetta skal hava nakrar avleiðingar fyri okkara vælferð. Og tað fær tað.
Henda undirtøkan er so lítil, at tað er viðkomandi at seta spurnartekin við, um samgongan í tí heila tikið kann loyva sær at arbeiða víðari eftir hesi leiðini. Landið skal framvegis umsitast, men tað tykist sum tað mesta av okkara umsiting er upptikin av at arbeiða fyri eini loysn, sum bert uml. 25% av øllum føroyingum taka undir við. Nógvar skattakrónur verða nýttar til fullveldisskútuna, so bert lítið verður eftir til tænastur fyri hini 75%, sum ikki halda at vit skulu taka loysing nú.
Í orðaskiftinum um fullveldi tykist vit og skil at hava vunnið á uppblástum nationalromantiskum postolatum uttan hald í nøkrum veruleika og tað gevur lyftir um skilagóðar loysnir ? eisini á tí ríkisrættarliga økinum.
Gøtu 18.04.2000
Atli Hansen