- Nú má eg hugsa meg um

Løgmaður fer at nýta komandi dagarnar at hugsa um, hvat nú skal henda í Javnaðarflokkinum.

Løgmansflokkurin er undir stórum trýsti í hesum døgum, nú ein tinglimur, Kristin Michelsen, hevur valt at taka sín stuðul til samgonguna aftur. Tað merkir, at hann fer at atkvøða frá máli til mál, og harvið ikki kennir seg bundnan at samgonguni frá dags dato. 

 

 

 

Tað merkir so, at enn einaferð er kreppa í Javnaðarflokkinum, og enn einaferð eru tað tingmenninir á Tvøroyri, sum eru orsøk til høvubrýggj hjá løgmanni og restini av Javnaðarflokkinum. Kristin Michelsen vil onga viðmerking gera til nakað sum helst í dag. Men løgmaður sigur, at hann ikki hevur viljað blandað seg upp í lokalpolitiskar ósemjur á Tvøroyri, tí tað má til eina og hvørja tíð vera upp til politikararnir í býráðnum á Tvøroyri, at loysa tað ósemjuna. 

 

 

 

Les eisini: Løgmaður: Eg blandi meg ikki í ósemjuna á Tvøroyri

 

 

Men nú er ósemjan enda á borðinum hjá løgmanni í og við, at Kristin Michelsen ikki vil stuðla Javnaðarflokkinum á tingi, so leingi Javnaðarflokkurin á Tvøroyri ikki vil stuðla Kristini Michelsen. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at Aksel V. Johannesen koyrdi Gerhard Lognberg úr flokkinum orsaka av longum stríðið og innanhýsis ósemjum. Tí var ein spurningur, sum løgmaður fekk á Rás2 í dag, um hann ætlar at koyra Kristin Michelsen úr flokkinum. 

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Árni Gregersen gjørdi við Aksel V. Johannsen, løgmann, í tíðindini á Rás2 klokkan 17.00 í dag.