Nógvir bilar gjøgnum Vágatunnilin

Seinastu tølini hjá P/F Vágatunlinum vísa, at tað koyra umleið 700 bilar gjøgnum tunnilin um samgøgurði. Tað er væl meira, enn leiðsan roknaði við, tá tunnilin lat upp

Samferðsla

Vágar:Nú januar mánaði er farin, vísa tølini hjá Vágatunlinum, at umleið 700 bilar dagliga koyra gjøgnum tunnilin. Eisini hóast tunnilin hevur verið stongdur meginpartin av náttini, og hálka hevur veirð part av tíðini. Tó hoyrir við til uppgerðina, at goldið verður bara annan vegin.
Hóast vanliga hevur verið væntað, at januar fór at vera millum slakaru mánarnar til ferðslu, eru nógv, sum brúka Vágatunnilin. Eisini aftan á, at nýggjársferðslan um flogvøllin, tá nógv fólk fóru av aftur landinum eftir jólafrí í Føroyum, er liðug, er væl meira ferðsla gjøgnum tunnilin, enn leiðslan fyri Vágatunlinum roknaði við, áðrenn latið varð upp.
Gjaldskipanini hjá teimum, sum ikki hava kubba, riggar ikki enn. Tey mugu vænta at skula bíða einar fjúrtan dagar afturat, til tey sleppa at gjalda við korti við gjaldstøðina.
Trupulleikin er, greiðir Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum frá, at sjálv tekniska kipanin er norsk, men gjaldast skal eftir danskari skipan.
Í Noreg er tað so, at har fær skipanin dagliga ein lista við teimum kortum, sum eru ógildað, og kannar so hann, tá goldið verður. Hjá PBS í Danmark, sum umsitir gjaldingina hjá Vágatunlinum, er tað hinvegin soleiðis, at tað einstaka kortið skal kannast, hvørja ferð, goldið verður. Og hesum hava norðmenninir, sum hava gjørt skipanina, ikki tikið hædd fyri.
Teir hava nú arbeitt við at gera eina nýggja ella tillagaða skipan og koma hendanveg um eina tvær vikur at seta hana upp og royna hana, sigur Dávur Reinert Hansen, sum vónar, at gjaldskipanin við Vágatunnilin tá fer at rigga til fulnar.

Arbeiða í tunlinum
Ferðslan kann møguliga hava verið eitt sindur darvað av, at arbeitt hevur verið í tunlinum um næturnar í seinastuni. Tað ger, at stongt er frá klokkan sjey á kvøldi til seks um morgunin. Tó er gjørligt hvønn heilan tíma at sleppa ígjøgnum. So skulu fólk í fyrsta lagi passa sær løgir at vera við tunnilsmunnarnar, tá tikið verður frá, og í øðrum lagi bíða utan fyri. Tað kann hava gjørt, at onkur er setstur aftur.
?Hendan skipanin hevur riggað væl, sigur Dávur Reinert Hansen. Fólk hava virt hesa skipanina til fulnar, sigur hann. Einasta var nú eitt kvøldið, tá í so nógvir bilar stóðu í rundkoyringini Leynamegin og bíðaðu. Men eftir at áheitan er komin frá leiðsluni um at flyta seg nærri Leynatunlinum at bíða, er tað eisini í lagi.
Tað elektriska er nú við at vera í lagi. Ljósini uttan fyri tunnilin lýsa, og útvarp og telefon hoyrast nú mestum allastaðni í tunlinum.
Væntandi verður tó stongt um náttina allan febeurar mánað, tí okkurt annað smáting er at gera, sigur Dávur Reinert Hansen. So sum onkur dropi, sum dettur undan, loftinum og tílíkt, teir vilja sleppa av við.

Kubbarnir
Einir 1.400 kubbar eru seldir, og allir eru latnir teimum, sum bíðað hava um. Eingin bíðlilisti er, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum. Hann sigur, at skipanin við kubbunum virkar, sum hon skal.
Bilar, sum hava kubba, ferðast ótarnaðir gjøgnum tunnilin. Tá komið verður til gjaldstøðina Vágamegin, lýsir ein grønur krossur, sum sigur, at bilurin er skrásettur, og gjald tikið av kubbanum. Tað er ikki neyðugt at minka ferðina fyri at verða skrásettur.
Skipanin sigur eisini sjálv frá, tá tíð aftur er at fylla á kubban. Tá lýsir ikki grønt men gult.
?Men tað er kortini rættiliga skilagott sjálvur at fylgja við, hvussu nógv eftir er, til fyllast skal á aftur, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum.