Helmingurin av teimum 135 tonsunum, sum uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi í dag, var brosma og longa frá línuskipinum Venusi, sum hevði roynt sunnanfyri. Teir høvdu knappliga 150.000 pund av brosmu og longu av níggju setum, men tá teir settu fiskin til sølu á uppboðssøluni í gjár, fekk fiskurin ikki minstaprísin.
Tí royndu teir aftur í dag, men úrslitið var ikki nógv øðrvísi. Fyri brosmuna fingu teir seks krónur, longa II fór fyri 10,71 krónur og longa III fyri 8,72 krónur.
Av øðrum vóru 40 tons av hýsu og 20 tons av toski. Hýsa II fekk meðalprísin 11,65 krónur og hýsa III 10,52. Meðalprísurin á toski III var 12,71 og á toski IV 11,35 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 135 tons fyri eina millión og 370.000 krónur í dag.