Nýggjur svimjivenjari í Havn

Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvusvenjara í starv fyri komandi kappingarár. Christian Tessner, ið er 28 ár, hevur útbúgving í ítrótti frá lærdaháskúlanum í Leipzig í Týsklandi, við svimjing sum sergrein. Somuleiðis hevur hann venjaraútbúgving frá tí Týska svimjisambandinum. Christian er sjálvur gamal svimjari og hevur royndir sum venjari í ymiskum svimjifeløgum Týsklandi. Ein av uppgávinum hjá Christian er at verða venjari á kappinarliðnum hjá felagnum, hann hevur eisini tað ítróttarligu ábrygdina av allari svimjing í felagnum.