Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið hava í dag undirskrivað sáttmála fyri næstu tvey árini.
Umframt smærri broytingar í sáttmálanum, fáa maskinmeistararnir eina lønarhækking á 1,13 % hin 1. juni í ár og 1,89 % hin 1. juni 2013.
Hesar hækkingar samsvara sostatt við karmin, sum varð lagdur við samráðingunum við arbeiðarafeløgini fyri í mánaðinum, sigur Vinnuhúsið í dag.