Nýggj lóg: Fáa heimild til at bjóða nýggj aliloyvi út

Og laksur, sum er aldur í Suðuroy, skal virkast í Suðuroy

Nú skal landsstýrið fáa heimild til at bjóða nýggj aliloyvi á sjónum út til hægstbjóðandi. Tað er ein partur av nýggju alilógini, samgongan nú fer at leggja fyri Løgtingið.

 

Alilógin er send avvarðandi pørtum til hoyringar og so verður hon løgd fyri Løgtingið, tá ið Løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku.

 

Endamálið er at fáa eina greiðari alilóg, sum framtíðartryggjar alivinnuna, sum kann tryggja, at tann burðardygga menningin heldur fram og sum tryggjar kappingarførið og lønsemið í alivinnuni

 

Tí verður tað eitt krav, at alarar skulu hugsa um umhvørvið, náttúruna, djóraheilsu og djóravælferð.

 

Men hugtakið »ein fjørður, ein alari«, verður ikki galdandi longur. Tað  merkir, at onnur aling kann verða á aliøkjum á landi og á sjónum.

 

– Tað fer at tryggja framhaldandi menning og vøkstur í alivinnuni, sigur landsstýrið.

 

 

Í eini serligari viðmerking um alingina í Suðuroy verður kravt í lógini, at laksur, aldur í alibrúkum í Suðuroy, skal virkast á virkjum í Suðuroy.

– Við virking eftir skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur, stendur í uppskotinum.

 

Ongin kann hava ræðið á meiri enn 50 prosent av alivinnuni. Men her skulu bara vinnulig aling av laksi á alifirðum á sjónum, telja upp í.

 

Sostatt skal aling á landi, frálandsaling, og onnur aling, ikki telja við. Tað merkir, at verandi aliloyvi verða ikki skerd. Hinvegin skal heimild verða til at bjóða nýggj loyvi til at ala laks á sjónum, út til hægstbjóðandi.

   

Og samstundis verður tað staðfest at aliloyvi eru nýtslurættur til aliøki, og ikki ognarrættur. Sostatt eru aliloyvini avmarkað og kunnu takast aftur og sigast upp.

  

Annars ætlar samgongan, at avmarkingin fyri útlendskum kapitali í føroysku alivinnuni, skal ikki fevna um aling á landi og aling uttan fyri firðir og sund á meira harðbalnum øki, ella frálandsaling.