Kristina Thomsen frá marknaðardeildini hjá Postverk Føroya var ein av luttakarnum á ráðstevnuni. Kristina heldur, at føroyskar fyritøkur gera alt ov lítið fyri at útnytta áhugamálini og førleikarnar hjá teimum einstøku starvsfólkunum og fyri at fáa tey at arbeiða saman í verkætlanum.
? Í staðin sita vit við hvør sínum avmarkaða uppgávuøki og loysa uppgávurnar sum frægast. Postverk Føroya er til dømis ein rættiliga gomul fyritøka. Her hava vit innarbeitt nakrar siðvenjur, sum ikki eru so lættar at broyta. Hvørki hjá starvsfólkunum ella hjá leiðsluni. Sjálvt um uppgávurnar innan tey ymsu starvsøkini broytast, verður sama fólkið oftast sitandi við uppgávunum. Tað er als ikki víst, at hesi fólkini tíma serliga væl ávísar uppgávur, innan teirra øki. Men tað vita vit ikki tí, tey verða ikki eftirspurd.
Kristina heldur tað vera løgi, at vit hugsa so lítið um, hvønn týdning tað hevur, at fólk tíma tað tey arbeiða við.
? Eitt er, at fólk høvdu trivist nógv betri á arbeiðsplássinum. Men í síðsta enda hevði úrtøkan verið nógv størri, tí fólk høvdu lagt størri arbeiði í uppgávuna.
? Men hetta krevur nýhugsan og fyrst av øllum, at leiðslurnar lata eyguni upp fyri, hvussu ymisk starvsfólkini eru menniskjaliga. Í staðin fyri allatíðina at tvíhalda um, at hvør eigur sítt starvsøki, átti vit í størri mun arbeitt við verkætlanum, har okkara ymisku persónligu eginleikar veruliga komu til sín rætt ? og ikki minst góvu hinum í bólkinum nýggjan íblástur, sigur Kristina Thomsen.









