Leygardagin 29. juni 2002 letur Jarðfrøðisavnið upp framsýningina »Oljuleiting í Føroyum«.
Eftir at oljuleitingin við Føroyar av álvara tók dik á seg, hava fjølmiðlar javnan borið út tíðindi um oljuvirksemið við Føroyar. Nýggja framsýningin dregur samanum hendan streymin av tíðindum og lýsir m.a. hvussu olja kann finnast í undirgrundini, og hvørji viðurskifti elvdu til, at ein oljuleiting við Føroyar byrjaði fyri nøkrum árum síðan. Oljuleitingarvirksemið við Føroyar verður lýst í einum altjóða høpi, har greitt verður frá, hvørja ávirkan olja hevur á heimspolitik og búskap.
Millum forvitnisligu lutirnar á framsýningini ber til at síggja grótsløg við olju. Tað eina slagið av gróti við olju er móðurgrýtið, Kimmeridge Clay, ríkt av plantu- og dýraleivdum, sum í djúpt liggjandi løgum er vorðið umskapar til olju. Hetta grótslagið er móðurgrýtið fyri meginpartin av oljuøkjunumí øllum Útnyrðingsevropa. Eitt annað framvíst grótslag, sum er so ríkt í olju, at tað er litað myrkt, er gott dømi um goymslugrýti, har tilber at útvinna oljuna.
Borivirksemið á so djúpum vatni, sum í føroyska havøkinum, setir stór krøv til øll trygdarviðurskifti, bæði fyri arbeiðsfólki og havumhvørivð, og hetta er eitt av stóru evnunum, sum framsýningin á Debesartrøð tekur upp.
Framsýningin um Oljuleiting í Føroyum er at síggja í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð. Upplatingartíðirnar eru mánadag til fríggjadag frá kl. 11 til kl. 16, og leygardag og sunnudag frá kl. 15 til 17 stendur í tíðindaskrivinum frá Jarðfrøðissavninum.