Nýggj fløga við Beintu Háberg Jacobsen

Fríggjadagin kemur nýggja instrumentalfløgan hjá Beintu Háberg Jacobsen í handlarnar. Beinta spælir egin løg, gospelløg og klassiskan tónleik á klaveri.

 

– Jákup Zachariassen hevur framleitt fløguna – og saman við føroyskum og íslendskum tónleikarum ríkað og prýtt hana við fleiri ymiskum ljóðførum. Ein sera gevandi og undirhaldandi fløga við góðum tónleiki, ið umfatar 17 fjølbroytt løg.

 

Í sambandi við útgávuna, verður móttøka í Áarstovu fríggjadagin frá kl. 15 til 17.

 

Niðanfyri ber til at hoyra eitt lag, sum Beinta Háberg Jacobsen sjálv hevur skrivað. Hon eigur sjálv klaverundirspælið, Eyðun Johannesen kontra bass, Ólavur Olsen trompet, Jógvan Zachariassen fagott, og Íslendsk strúkikvartett spælir á hesum sanginum. Lagið eitur »Sotana í Es-dur«: