Nú vilja norðmenn royna at selja annan alifisk enn laks og síl. Fyri stuttum bleiv ein persónur, Siri Hamnvik, settur í starv sum marknaðarstjóri fyri nýggj alisløg. Hon skal starvast á Eksportutvalget for fisk.
Tíðindastjórin á Eksportutvalget for fisk, Bernt Ellingsen, sigur í hesum sambandi við norskar fjølmiðlar at hetta er ein roynd, tí tey vita ov lítid um møguleikarnar fyri nýggj alisløg.
Sambært Ellingsen er talan um fleiri ymsar alifiskar og skjel. Kalvi og steinbítur hava norðmenn roynt at alt í fleiri ár, og mett verður at hetta eru tvey fiskasløg sum kunnu seljast til útheimin.