Nú er gulu súkklurnar komnar

Team Rynkeby Føroyar skal avstað á sætta sinni

Í vikuni komu gulu súkklurnar hjá føroysku Team Rynkeby súkklarunum, sum í summar skulu súkkla til franska høvðusstaðin París. Í dag hava súkkukønir hjálpt rynkunum við at innstilla súkkluna, so tær passar til.

 

Henrik Kølleskov og Petur Kári Funding settu súkklurnar saman, meðan súkkararnir Gunnar Dahl Olsen og Dávur Magnussen innstillaður súkklurnar. Gunnar Dahl Olsen er royndur súkklari, meðan Dávur Magnussen er lærlingurin, ið bjóðar seg fram í føroyskari súkkling.

 

Team Rynkeby Føroyar skipar í næstum fyri árliga galladøgurðanum, sum verður á Hotel Føroyum 16. feburar. Allur peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til børn við krabbameini, hjarta- ella lungasjúku og familjur teirra.

 

Borðreitt verður við fýra rættum og drykkjuvørum afturvið, og eisini verða fleiri tónleikaframførslur og annað undirhald á skránni. Á skránni verða framførslur frá Tórshavnar Mannskór, Danny & The Veetos, Ingi Poulsen, Eyðun Nolsøe, Jórunn Gudmundsen, Pipar & Salt, KATA, Benjamin Petersen, Kalas og Klassiskt Miðnám. Borðstjóri verður Rudolf Joensen.