Multipla er bygdur eftir teirri sokallaðu "Space-Frame"-tøknini, t.v.s. at yvirbygningurin er sera lættur, men sterkur. Hann er tann einasti av teimum sonevndu MPV-bilunum (Multi Purpose Vehicle), har tríggir grannvaksnir menn sita væl lið um lið, uttan mun til um tað er á fram- ella baksetrunum.
Fiat Multipla, sum danir beinanvegin nevndu "Den grimme ælling", fekk 221 atkvøður í kappingini um heitið "Ársins bilur", Toyota Yaris fekk 164, Opel Zafira fekk 151, Fiat Punto 141 og Rover 75 fekk 73 atkvøður.
Tað er "Foreningen af danske motorjournalister" sum skipar fyri kappingini, sum gongur fyri seg á tí kenda Jyllandsringen. 30 fólk sita í dómaranevndini, sum hevur 750 stig at býta millum bilarnar, sum verða kannaðir og royndir í tríggj
ar dagar.