Tær útlendsku herdeildirnar í Afghanistan mugu fáa betri venjing til tess at forða fyri, at teirra átøk kosta sivilum afghanum lívið Hetta hevur leingi verið ein stórur trupulleiki, og herfyri kunngjørdi afghanska stjórnin, at 140 sivilfólk lótu lív í amerikonskum loftálopum í Farah-landspartinum í síðsta mánaði.
Embætismenn hjá NATO ásanna, at álopini í Afghanistan krevja alt ov mong sivil mannalív, og at hetta hevur gjørt, at nógvir afghanar vilja hava teir fremmandu hermenninar og serliga teir amerikonsku av landinum.
Men so verður ikki, Tvørturímóti hevur Barack Obama, forseti, ætlanir um at senda 21.000 hermenn afturat til Afghanistan í ár. Framman undan eru 68.000 amerikanskir og 33.000 aðrir útlendskir hermenn í landinum.