Omar Suleiman, sum júst er tilnevndur varaforseti í Egyptalandi, segði í kvøld, at hann hevur fingið boð frá Hosni Mubarak, forseta um at fara undir tingingar við allar teir politisku flokkarnar í landinum.
Varaforsetin segði, at tingingarnar byrja beinanvegin, og at tær fara at snúgva seg um stýrisskipanina og lóggávuna og sostatt tey krøv, sum mótstøðufólkini í Kairo og aðrastaðni hava sett fram.
Í dag boðaði egyptiski herurin frá, at hann fer ikki at brúka makt ímóti mótmælisfólkinum, sum hava boðað frá stórum mótmælisgongum í Kairo í morgin. Ein talsmaður fyri herleiðsluna segði, at herurin metir krøvini hjá mótmælisfólkinum vera lóglig.