Gordon Ejdesgaard
Í fimmaranum mikudagin var evni sjúkrahúsverkið og bíðitíð hjá sjúklingunum. Lurtararnir høvdu høvið at ringja inn eins og vit høvdu møguleika at atkvøða um sjúkrahúsverkið ( vit) hava ráð til at stytta um bíðitíð-ina, so hon í mesta lagi verður tveir mánaðir.
Ein kann undra seg yvir spurningin, vit sum lurtarir skuldu svara uppá og siga ja ella nei til. Fyri tað fyrsta fingu vit eingi tøl á borðið fyri kostnaðin- um vit hava ráð at stytta um bíðitíðina. Givið er at tað als ikki letur seg gera at rokna hetta, uttan at serfrøðingarnir innan heilsuverkið hava verið við. Kaj Leo Johannesen sum uppskotstillari hevði einki annað boð enn gitingar. Men einki roknistykki, eingin dokumentatión bert gitingar. Áðrenn nakað tal kom á borðið høvdu fleiri lurtarar longu svara uppá spurningin- óivað!
Fyri tað næsta- og tað er her Dánjal Højgaard journalistur heldur øll fyri spott- fáa vit at vita, at umleið 70% av teimum, sum hava svara spurninginum hava sagt at vit hava ráð, meðan 30% siga at vit ikki hava ráð. Og um nakað er misnýtsla av hagtølum, so er hetta misnýtsla. Vit fáa ikki at vit hvussu nógv hava svara, og hava tí ikki tað minsta ánilsi av týdninginum av úrslitinum.
Harnæst er tað tann reini galimatiast at lata lurtararnar avgera málið við atkvøðugreiðslu. Hvør er møguleikin fyri at tey sum eru á bíðilista ella avvarðandi svara ja- sjálvandi hava vit pening til at stytta um bíðirøðina? Ella skulu vit kanska halda at tey sum eru í bíðirøð siga nei! Tey hava góða tíð at bíða? Sjálvandi skuldi útvarpið gjørt eina kanning (um tað fíggjarliga tilfarið/grundarlagið var ílagi). Og so t.d. ringt til tilvildarliga vald fólk og spurt. Fyri síðan at upplýst um úrslitið fyri og ímóti og tal av svarum.
Bæði spurningurin og hagtølini eru eitt skúladømi um hvussu ein tílík kanning ikki eigur at verða gjørd. Tað skuldi verið púra óneyðugt at skriva hesa viðmerking, men tá útvarpið beinleiðis misnýtir hagtøl og manipulerar, kann ein ikki annað enn at siga frá. Um hetta skyldast manglandi vitan hjá journalistinum, ja so kann nakað helst gerast við tað. Fái meg ikki at trúgva at tað kann vera við vilja og móti betri vitan, at hetta verður serverað fyri okkum lurtarum.
At enda vil eg spyrja journalistin:
Undir øðrum verðaldarbardaga doyðu fleiri fólk í ferðsluvanlukkum í USA enn amerikanskir hermenn í krígnum. Var tað meira vandamikið at koyra bil enn at vera hermaður?