At sita her og skriva minningarorð um teg góði Bobby, fellur mær ikki lætt. Ikki tí, minnini um teg havi eg nógv, men vildi heldur ynskt at hetta var ein føðingardagsheilsan, ið eg skrivaði. Teir seinastu dagarnir hava verið tungir og einasta troyst nú, er, at tú onga pínu hevur meir, men hevur fingið frið.
Tú varð føddur í Edinburgh í 1926, elstur av trimum systkjum. Í 1933 var pápi tín biðin um, at verða leiðari í handilsfyritøkuni Charles Mauritsen í Føroyum. Fyritøkan var úti í Tinganesi og átti hon allar teir reyðu bygningarnar, har landsstýrið í dag húsast.
Í apríl 1934 flutti so øll familjan til Føroya, og hóast bondini til Skotlands vóru sterk, so vóru tit øll verandi í Føroyum.
Tú kom at vaksa upp úti í Tinganesi, bústaður tykkara varð tann uttasti bygningurin og vóru hinir bygningarnir brúktir til skrivstovur, lagur og annað.
Tú gekk í skúla hjá nonnunum og var tað skjótt, at tú hevði lært tað føroyska málið.
Sum hjá øllum øðrum tá í tíðini, fekk tú skjótt ábyrgd og kom at hjálpa til við øllum fyrifallandi arbeiði í fyritøkuni.
Tá kríggið brast á og Føroyar blivu hersettar av bretum, vart tú málsliga so væl fyri, at tú bleiv brúktur sum tulkur millum bretar og føroyingar. Tú var eisini við, tá leitað varð eftir einum hóskiligum stað, at leggja ein flogvøll.
Hetta var sjálvsagt ein serlig tíð fyri øll og soleiðis eisini fyri teg. Pápi tín var bretskur konsul eitt tíðarskeið tá, og komu nógv fólk í heim tykkara.
Nógvar upplivingar hevði tú frá hesi tíðini og so nógv vart tú avhildin av teimum skotsku hermonnunum, at tá teir á veg heimaftur, stóðu umborð á herskipinum, spælandi uppá sekkjapípu, steðgaðu teir á og róptu av skipinum »this is for you Bobby« og so spældu teir »Amazing Grace«.
Í 1946 giftist tú við Ninu Hansen úr Funningsfirði og búðu tit tey fyrstu árini inni hjá foreldrum tínum úti í Tinganesi, har Alan eisini varð føddur.
Seinni keyptu tit hús uppi á Ternuryggi og mundi hetta vera ein stór broyting hjá tykkum. Tá var eingin vegur niðan til húsini, klæðini blivu vaskaði í ánni og langt var oman í býin. Har komu Derek og Edna til verðina.
Í 1955 keyptu til grundstykkið í Pedda við Steinsgøtu og í 1956 fluttu tit inn í tykkara nýggja heim, har Robbie sama ár varð føddur og tvey ár seinni varð Ian føddur.
Hetta hugnaliga heim bleiv ramman um tykkara lív saman.
Tú var eisini umboðsmaður fyri teir bretsku trolararnar og var hetta ein ógvuliga strævin tíð. Tað var heilt vanligt, at tú á náttartíð varð vaktur, tí onkur hevði brúk fyri tínari hjálp. Tú endurstovnaði Havnar Svimjifelag og legði tú eitt stórt arbeiði í hetta. Tú vart formaður í felag-num í fleiri ár. Tú var ærislimur og var líka til nú, við til at handa heiðursmerkir.
Í 1963 flutti fyritøkan Charles Mauritsen niðan í bygningin í Jónas Broncksgøtu, og har kom eg gjøgnum míni barnaár, at síggja henda sera blíða mannin, sum ein daglig mynd í mínum lívi, uttan at vita, hvussu stóran týdning, hann seinni kom at hava fyri meg.
Í 1974 yvirtóku pápi tín, tú og systrar tínar fyritøkuna og kom hon at eita P/F Robert P. Brockie & Co. Sama ár, kom eg fyrstu ferð inn í tykkara heim.
Tykkara heim og hjúnalag var fyrimyndarligt. Tað var hugnaligt og altíð var nógv fólk inni.
Minnist allar løturnar runt um borðið í spísistovuni. Har bleiv lisið, práta, spælt kort og Nina plagdi at leggja stór puslispøl, ið fylti alt borðið. Tú sat mangan og arbeiddi við pappírum, men tá gav eg mær ikki rættiliga far um, hvat tað var tú tókst við. So skjótt sum sólin tittaði framm, vóru stólar fluttir út í havan, síggi teg fyri mær, sitandi í einum hjørni við eini bók, tú læs altíð so nógv.
Næstan á hvørjum ári, legði tú ætlanir um summarferiu í Skotlandi. Tær dámdi væl at sleppa til Skotlands at vitja familjuna, ikki altíð bar til at sleppa avstað, men tá tit fóru, reikaðu tú runt við einari rúgvu av minnisseðlum og ferðaætlanum, sjálvur tvíhelt tú altíð, at tú ikki hevði »rejsufepur« men vit onnur vistu betur og Nina við sínum stilla sinni flenti bara at tær.
Í 1979 spurdi tú meg, um eg vildi koma í læru á skrivstovuni hjá tykkum. Sjálvt hevði eg ongantíð havt ætlanir um at arbeiða á skrivstovu og í nógv ár aftaná, argaði tú meg við, at tað tók tær hálvt ár, at yvirtala meg, so í 1980, sama ár sum pápi tín andaðist, byrjaði eg læruna við tær sum lærumeistara.
Betur lærumeistari enn tú, finst neyvan. Har var ikki gingið lætt um nakað, alt bleiv lært frá grundini av, tað skuldi verða ordan í øllum, áðrenn tað var latið úr hondum. Tú setti eina stóra æru í, at ongin skuldi seta ein fingur á nakað og tað kundi heldur ongin nakrantíð gera. Allar kalkulatiónirnar og allar bókingar blivu eftirkannaðar, kassin skuldi stemma og alt skuldi gjaldast til tíðina. Tú dugdi ótrúliga væl, at læra okkum at hava ábyrgd av tí, ið vit gjørdu. Góði Bobby, tað er bert ein lítil mánaði síðani at vit tosaðu saman, um júst hesi tingini, og eg segði tær, hvussu nógv, tú hevði lært meg.
Árini á skrivstovuni knýttu okkum sera nógv saman, vit arbeiddu so tætt saman, at tú mangan plagdi at taka til, at tað ikki var neyðugt hjá okkum at tosa, tað var telepati okkara millum. Hetta nevndi tú aftur, fyri bert nøkrum døgum síðani, eg var til arbeiðis men fekk hug at vitja teg á sjúkrahúsinum og tá eg kom inn, lá tú so bleikur og ússaligur í songini, tú hugdi uppá meg og við einum lítlum smíli segði tú »telepatinum feilar í øllum førum onki«.
Fyri meg bleiv tú næstan tann faðirin, ið eg misti sum barn, tú bleiv tann vinurin, ið eg kundi tosa við um alt. Var eg kedd um nakað, vistu tú tað, áðrenn eg hevði talað eitt orð og vit høvdu nógvar djúpar samrøður um lívsins viðurskiftir.
Minnist tá eg á skrivstovuni í 1992, skuldi siga tær, at eg gekk við tí triðja barninum. Eg hevði eitt sindur ringt við at siga tað, tí sum alla aðrastaðni í kreppuárunum, var arbeiði hjá okkum eisini minkað og nú skuldi eg biðja um farloyvi. Tá eg so hevði sagt tað, tókst tú um meg, mussaði meg á kjálkan og segði, at tú so hopaði, at tað var ein lítil Robert, hvat tað so eisini, til tína gleði bleiv.
Tú hevði eitt lætt sinni, var sera skemtiligur, umhugsin og hevði lætt við at umgangast fólk. Tað sást eisini aftur í tínum samskifti við fólkið á Skipafelagnum, tollstovuni, havnaskrivstovuni, bankunum, posthúsunum og aðrastaðni. Hetta vóru ikki bert fólk, ið arbeiddu har, nei tú kendi nøvnini á øllum, tosaði sum um tað vóru tíni vinfólk.
Tú upplivdi rættiliga nógv í tínum lívið, og tú visti ótrúliga nógv. Eg plagdi ofta at siga við teg, at tú skuldi skriva endurminningar, tá plagdi tú flennandi at svara, at tað kundi tú fara at gera, tá tú bleiv gamal.
Í 1994 andaðist Nina og var hetta ein dyggur smeitur fyri teg. Tú hevði ilt við at fóta tær aftur, bleiv sjálvur sjúkur og við árslok 1995, avgjørdu tit at halda uppat við heilsøluni.
Til alla lukku, knýtti tú seinni vinarbond við Frynhild og fingu tit nøkur góð ár saman. Tit vóru fleiri uttanlandstúrar, sum tú var sera glaður fyri.
Seinasta summar gjørdist tú sjúkur og komst tú ongantíð heilt fyri teg aftur, til tú nú gjørdist rættiliga sjúkur og andaðist.
Ongantíð fyrr, havi eg verið í kirkjugarðinum í só góðum veðri, sum til tína jarðarferð. Sólin sum tú elskaði so nógv, bakaði niður yvir okkum og tú kendist so nær.
Mín samkensla fer til tykkum Alan, Derek, Edna, Robbie og Ian, svigar-, abba- og langabbabørn, nú tit hava mist tykkara kæra pápa, verpápa, abba og langabba. Hann var sera góður við tykkum øll og tit hava øll, nógv góð minnir um hann.
Til tín góða Frynhild og børn tíni, ið hava verið sera nógv um Bobby tey seinastu árini. Takk fyri at tit vóru so góð við hann. Eisini tykkum var hann sera góður við og verður henda tíðin tung hjá tær Frynhild, men minnini hevur tú, at líta aftur á.
Eisini til Celiu og Moiru v/ familju við djúpastu samkenslu nú tit hava mist tykkara kæra bróðir.Góði Bobby, takk fyri alt tú hevur lært meg og alt tú hevur verið fyri meg.
Við hesum orðum lýsi eg fyri yvir minnið um Bobby
????????????????????????????????????????????????????
Elin