Tað er eitt greitt rák ímóti sterkari rúsevnum á svarta marknaðinum í Føroyum.
Tað vísir seinasta uppgerðin hjá løgregluni yvir rúsevni, sum hald er lagt á seinastu árini.
Sosialurin hevur fingið innlit í spillfeska uppgerð yvir rúsevni, sum løgreglan og tollvaldið hava lagt hald heilt aftur til 1988.
Uppgerðin vísir, at øll tey fyrstu árini var tað at kalla bara hassj, marihuana og speed, sum hald varð lagt á.
Men hesi seinastu árini hava hesi evnini havt lyndi til at víkja fyri nýggjari, sterkari og nógv vandamiklari evnum sum amfetamini, kokaini og serstakliga ekstasy.
Eitt nú sæst í uppgerðini, at fram til 1998 er amfetamin at kalla ókent í føroyum, men síðani hevur tað vundið nógv upp á seg.
Tað er eisini vert at vísa á, at av nøgdini upp á 2.991 gramm av amfetamini, sum hald varð lagt á í 2009, vóru heili 2.988 gramm av slagnum meth-amfetamin, sum er nógv sterkari og vandamiklari enn vanligt amfetamin.
Hinvegin vísir tað seg framvegis sum um at heroin er at kalla ókent í her á landi, í øllum førum verður hald næstan ongantíð lagt á hetta slagið av rúsevnum.
- Sostatt mugu vit staðfesta, at gongdin er tann, at tey veikaru rúsevnini eru í afturgongd, men at tey sterkaru evnini vinda upp á seg, sigur sigur Brynjer Johannesen á rúsevnadeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Stórar broytingar
Men tað skal eisini skoytast upp í, at tølini vísa, at tað er stórur munur á , hvussu stórar nøgdir av rúsevnum, hald verður lagt á frá ári til ár.
Summi ár eru merkt av stórum nøgdum, sum í veruleikanum ikki vóru til føroyska marknaðin, men sum vórðu ætlað at flyta víðari til Íslands.
Hetta var galdandi fyri 2003, tá ið hald tvær ferðir varð lagt á 20 kilo av hassji, sum skuldu til Íslands.
Men harumframt varð hald eisini lagt á góð seks kilo av hassji, sum skuldi seljast á svarta marknaðinum í Føroyum og tað er ein nokk so stór nøgd eftir okkara viðurskiftum, tí landið er so lítið.
Tað sama gjørdi seg eisini galdandi í tiltikna Norðstjørnumálinum í 2008, tá ið hald varð lagt á eina stóra mongd av ekstasy, sum skuldi til Íslands.
Hetta gjørdi seg somuleiðis galdandi í fjør, har tveir livavarar vórðu tiknir ímóti ársenda við nógvum rúsevnum í bilinum, sum teir skuldu føra víðari til Íslands.
Hinvegin legði tollvaldið og løgreglan í fjør eisini hald á eina lutfalsliga stóra nøgd av ekstasytablettum, tá ið 400 ekstasytablettir vórðu tiknar, sum vóru ætlaðar til svarta marknaðin í Føroyum.
- Undir tí málinum kom fram, at rúsevni vórðu smugglað til Føroyar í fleiri umførum, kanska nakrar túsund ekstasytablettir tilsamans, men 400 tablettir var tað, sum løgreglan hevði so mikið góð prógv fyri, at tað kundi føra til dóm, sigur Brynjer Johannesen.
Tað loypur eisini í eyguni, at hagtølini fyri í fjør vísa, at løgreglan hevur lagt hald á heili átta kilo av marihuana.
- Hetta eru tær nøgdirnar av marihuana, sum vit meta, kundu fingist burtur úr ”hassjplantasjunum”, sum vórðu avdúkaðar í Leynum og við Norðskála, sigur løgreglumaðurin.
Lættari at fáast við
Brynjer Johannesen sigur, at ein orsøk til, at nøgdirnar av hassji eru fellandi og nøgdirnar av sterkari evnum eru veksandi, kann vera, at ekstasy og amfetamin eru lættari at fáast við enn hassj.
- Hassj er tórførari at smuggla og tá ið tað skal brúkast krevur tað meiri umfatandi fyrireiking enn ekstasy, sum eru nógv lættari umsetilig, tí tað er bara ein tablett, sum skal svølgjast afturvið einum glasi av vatni.
- Hinvegin hava vit so eisini sæð í tveimum førum, at heil hús eru leigað til at dyrka hamp í, sum marihuana kann virkast burtur úr.
Kortini heldur hann, at eisini at tað er eitt rák í rúsevnamisnýtsluni, sum gongur ímóti sterkari evnum og her vísur hann á, at ekstasy er eitt lutfalsliga nýtt rúsevni, sum eisini hevur vundið upp á seg í Føroyum.
- Av hassji verður misnýtarin doyvdur og ósosialur. Men ekstasy og amfetamin eru ógvuliga stimbrandi evni, eru nokk so tætt knýtt at tónleikaumhvørvinum og sostatt eisini ofta er at finna í dansihølum.
- Vit hava eisini varhugan av, at á ávísum skeinkistøðum á ávísum øðrum støðum í Føroyum er meiri av rúsevnum í umfari enn í øðrum.
- Tann varhugan hava vit frá fólki, sum fortelja, hvaðani tey hava fingið rúsevni í boði.
Ikki væl skipað
Løgreglumaðurin heldur ikki, at sum heild er rúsevnamarknaðurin í Føroyum ikki serliga væl skipaður.
- Vit hava varhugan av, at talan meiri er um fólk, sum ferðast uttanlands og keypa rúsevni heim aftur við sær, tí tey eru nógvar ferðir bíligar uttanlands.
Hann heldur at av tí sama er nøgdin av rúsevnum á føroyska marknaðinum ógvuliga skiftandi.
- Eitt vikuskiftið, onkur hevur verið uttanlands, kann fitt av rúsevnum vera í umfari. Men tá ið tað er uppi, er friðarligari aftur eitt bil.









