Midnáttarsýning: Ó - Søgur um djevulskap

Fríggjakvøldið 13. verður ein serlig gotisk sýning, sum byrjar kl. 22.00 og endar kl. 01.13.

 

So er ein djarvur, so er henda serliga sýning á nátt um djevulskap kanska akkurát tað. Eitt fríggjakvøld og tann 13!

 

Um leikin:

 

Sjónleikurin Ó - Søgur um djevulskap

Eftir Daniel Wedel

Leikur, bygdur á skaldsøguna eftir Carl Jóhan Jensen

 

Hvør drap Bænadikt Chonradsen, slaktaran í Gásadali? Hvør ér í grundini Matthias J. Danielsen? Trúboði? Djevul? Hvør ber í grundini djevulskapin í sær?

 

Hon er nógv umtalað. Hon er elskað. Hon er útskeldað. Hon er útseld. Hon er virðislønt. Hon er Óendalig. Hon er Ógloymandi! Bókin! Las tú hana nakrantíð? Nei? Tað bilar onki. Tí nú er sjónleikurin her.

 

Sjónleikurin, sum byggir á fyndugu, djúpu og djevulskt spennandi skaldsøguna Ó, søgur um djevulskap.  

 

Demonar, ræðsla, blóð, andar, dráp, veitsluborðhald, girnd, tráan, longsul, níðingssverk, líkskoðan… tað drýpur, og tað spøkir í hesi blóðugu morðgátu, sum avhylur tað allardøkkasta í mannasinninum. Tá ið sálin verður hertikin av djevlinum og fremur hansara andstyggiligastu gerðir.

 

Vit bjóða tær vælkomnum til eitt Ó–gloymandi kvøld í Norðurlandahúsinum, har tú kemur við á ferð í tíð og rúmd og djúpt inn í skýmaskotini í hesi Ó–loystu morðgátu.

 

Dreymatoymi

TVAZZ hevur savnað eitt dreymatoymi av leiklistafólki úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark, sum gleða seg Ómetaliga nógv til at bjóða tær hesa Ógloymandi morðgátu.  

 

Dramatikari: Daniel Wedel 

Leikstjórn: Egill Heiðar Anton Pálsson

Framleiðsluleiðari: Durita Sumberg Poulsen og Gunnvá Zachariasen

Pallmynd/búnar: Martin Eriksson 

Týðari: Jonhard Mikkelsen

Tónasmiðir: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen

Ljós: Súni Joensen 

Filmur: Barbara Lervig

Leikarar:

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð

Búi Dam

Durita Dahl Andreassen

Frederic Molund

Gunnvá Zachariasen

Hans Tórgarð

Kristina Sørensen Ougaard